Við øllum átøkunum, sum heimsins lond hava sett í verk, megna vit bert at minka útlátið í 2030 við 1%. Tað er alt ov lítið. Tí skulu vit føra umhvørvispolitikk á øllum politiskum pallum sum vit hava atgongd til. Eisini á fólkatingi.
Vit skulu gera nógv, nógv meira í Føroyum. Men hava vit eitt umboð, ið hevur úrslit og samstarv fyri eygað í fólkatingssessinum, ber eisini til at fáa ítøkilig umhvørvisátøk á skrá, ið gagna øllum.
Hetta ímyndi eg mær millum annað, sessurin kann brúkast til umhvørvispolitiskt:
Eitt umhvørvispolitiskt umboð kann vera við til treytaleyst at seta umhvørvis- og náttúrupolitikk á skrá á øllum størri pallum, ið fólkatingssessurin gevur atgongd til. Tað kann vera í evropeiskum, arktiskum og norðurlendskum høpi.
Fólkatingsumboð kunnu skapa samband millum ymiskar grunnar ella feløg og føroyskar verkætlanir. Stórur áhugi er at stuðla átøkum innan náttúru- og veðurlagsøkið í løtuni. Dømi um samstørv, ið grunnar hava stuðlað eru verkætlanin um sjóvarfallsorku í Vestmannasundi - skjótt eisini Heystfirði og Koltursverkætlanin. Føroyar eru lítlar, og júst hetta eigur at vera serliga áhugavert fyri bæði verkætlanir innan orku og náttúruvernd.
Vit eiga at seta ein norðuratlantiskan umhvørvis- og náttúrugrunn á skrá, sum skal stuðla verkætlanum, ið bremsa veðurlagsbroytingum og margfeldiskreppuni. Tað eigur at bera til, eins og tað bar til at seta filmsgrunnin Norddok á skrá, sum stuðlar heimildarfilmsverkætlanum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hvørt valskeið verða 26 milliónir settar av. Hesin grunnurin stuðlaði m.a. framúr góða filminum "Skál".
Við vón um gott (umhvørvis)val í morgin
Ingilín D. Strøm, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin