Heilsupolitkkur

Tað er ein rættur hjá hvørjum einstakum føroyingi, uttan mun til bústað ella sosialan status, at hava møguleika at liva eitt heilsugott og virkið lív og hava atgongd til dygdargóða sjúkuviðgerð. Heilsupolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum byggir á fýra grundsúlur: Fyribyrging, nærtilboð, sjúkrahúsverk og endurvenjing:

Fyribyrging: Vit eiga áhaldandi at styrkja upplýsandi átøkini fyri betri fólkaheilsu. At stimbra gransking á fyribyrgingarøkinum og skapa góðar karmar fyri heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøkum.

Nærtilboð: Vit eiga at tryggja, at borgarar altíð hava atgongd til góðar heilsutænastur í nærumhvørvinum. Ein og hvør borgari skal hava atgongd til breið heilsufaklig tilboð við kommunulæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapi og øðrum viðgerðum í nærumhvørvinum.  

Sjúkrahúsverk: Allir føroyingar eiga rætt til dygdargóða sjúkuviðgerð innan sjúkrahúsverkið her heima og uttanlands. Neyðugt er við góðari samskipan millum sjúkrahúsini, og vit skulu gagnnýta fíggjarliga, tólbúnaðarliga og vitanarliga tilfeingið.

Endurvenjing: Tey, ið hava tørv á tí, eiga at fáa endurvenjing í boði. Endurvenjingin eigur at vera í tøttum samstarvi við avvarðandi og fakfólk. Endamálið við endurvenjingini er, at borgarin, sum er í vanda fyri at fáa kropsligar, sinnisligar ella sosialar avmarkingar, varðveitir ella byggir upp aftur eitt sjálvstøðugt lív.

Yvirskipað eiga vit altíð at líta frameftir í heilsuarbeiði okkara, og at menna nýggjar viðgerðarhættir. Hetta er eisini galdandi fyri tøkni, ið kann gagna viðgerðini og/ella geva sjúklinginum eina betri tænastu.

Tá tørvur er á sjúkrahúsi ella ellisheimi, eigur tað almenna at veita teimum góð og trygg tilboð. Tá lívið kemur at enda, skal heilsuverkið eisini vera til reiðar við eini góðari og virðiligari viðgerð.