Bústaðarpolitikkur

Kjarnin í familjuni er bústaðurin, og ein fyritreyt fyri góðum livikorum og uppvakstrarmøguleikum eru trygg og góð bústaðarviðurskifti. Eitt av politisku høvuðsmálunum hjá Javnaðarflokkinum er tí at virka fyri, at øll í Føroyum hava møguleika til at útvega sær ein hóskandi bústað.

Føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur, so tað eru bústaðarmøguleikar fyri øll. Hetta krevur, at vit hava góðar almennar leigubústaðir, so eisini láglønt hava ráð at búgva undir virðiligum korum. Hetta kunnu til dømis vera lesandi, stakir uppihaldarar, ungar barnafamiljur, fíggjarliga veikir bólkar, førleikaskerd og eldri. Vit eiga tí ikki bert at hugsa grundstykki og sethús men eisini eigara- og leiguíbúðir, eldraíbúðir, lestraríbúðir, lutaíbúðir og raðhús. Harafturat eiga vit javnan at endurskoða og nýhugsa bústaðarmøguleikarnar í mun til tørvin.  

Bústaðarpolitikkur er ein samfelagslig ábyrgd. Ein aktivur almennur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar øllum borgarum rætt til ein hóskandi bústað, er eitt sjálvsagt javnaðarpolitiskt mál.