Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Javnaðarflokkinum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Nær viðger Javnaðarflokkurin persónupplýsingar?
Javnaðarflokkurin viðger persónsupplýsingar í sambandi við virksemi floksins.
Persónsupplýsingar, ið Javnaðarflokkurin viðger, eru:
Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum
Javnaðarflokkurin hevur ábyrgd av at tryggja, at innsavnan av persónsupplýsingum er í samsvari við Dátuverndarlógina. Tískil hava vit sett í verk ymiskar skipanir, sum skulu tryggja, at lógin verður vird.
Upplýsingar um limir
Viðgerð av upplýsingum um limir er neyðug fyri, at vit kunnu røkja virksemi floksins, herundir stovnan av limum, kunning til limir, veiting av tænastum, fakturering og umsiting annars av okkara limum og veljarum.
Upplýsingar um starvsfólk og starvsfólkaunsóknir
Viðgerð av upplýsingum um starvsfólk og um starvsfólkaumsóknum er neyðug fyri, at vit kunnu halda setanarsáttmálar, herundir rinda lønir, og fyri at vit kunnu søkja eftir nýggjum starvsfólkum, herundir føra eina setanartilgongd og meta um førleikarnar hjá møguligum umsøkjara ella komandi starvsfólki.
Upplýsingar frá telduposti, telefon og øðrum samskiftismiðlum
Viðgerð av upplýsingum, sum standast av samskifti við flokkin – herundir á teldupost, telefon, sosialar miðlar o.a. – er neyðugt fyri at viðgera fyrispurningar og røkja sambond sum heild.
Upplýsingar frá veitarum
Viðgerð av upplýsingum frá veitarum er neyðug fyri, at flokkurin kann røkja sínar skyldur við veitarar umframt at útvega og móttaka vøru og tænastur frá okkara veitarum.
Upplýsingar í sambandi við uppstilling til almenn val
Í sambandi við uppstilling til almenn val, skal Javnaðarflokkurin lata inn persónsupplýsingar um valevni og stillarar til Valnevndina (sí meiri kunning undir teiginum “Víðarigeving”). Viðgerðin av hesum upplýsingum í sambandi við uppstilling til val er neyðug fyri, at flokkurin kann stilla upp.
Upplýsingar um vitjandi á heimasíðuni
Heimasíða okkara www.j.fo nýtir farspor. Tá ið vitjandi vitjar heimasíðuna tú spurd/ur um tú vilt góðkenna farsporini. Heimasíðan skrásetir tó ongar ongar upplýsingar um teg ella tína tóleind (teldu/teldil/snildfon), men telur og greinar ferðsluna á heimasíðu okkara. Skrásetingar frá skipanini eru dulnevndar, soleiðis at ongar persónupplýsingar verða skrásettar ella viðgjørdar.
Heimild fyri viðgerðini
Heimild fyri at viðgera persónsdáturnar, sum Javnaðarflokkurin viðger, er staðfest í Dátuverndarlógini.
Víðarigeving
Sum meginreglu lata vit ikki persónsupplýsingar víðari til annan móttakara.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at kunna røkja ávís endamál hjá flokkinum, eitt nú uppstilling til val. Í hesum føri savnar Javnaðarflokkin inn persónsupplýsingar um valevni og stillarar, sum verða latnar Valnevndini. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Striking
Javnaðarflokkurin hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Limaskráseting
Sí teigin “Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við limaskráseting” longri niðri á síðuni.
Starvsfólk og starvsumsóknir
Upplýsingar um starvsfólk verða burturbeindar alt fyri eitt eftir, at viðkomandi ikki longur er í starvi hjá flokkinum.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár eftir, at Javnaðarflokkurin tók avgerð í málinum.
Rættindi hjá skrásetta
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:
Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Javnaðarflokkin á javnadarflokkurin@logting.fo ella á telefon 202 202. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 10.00 og 16.00.
Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.
Um tú ynskir at taka samtykki aftur, skalt tú seta teg í samband við
Klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Javnaðarflokkurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Samskiftisupplýsingar
Javnaðarflokkurin er dátuábyrgdari fyri allari viðgerð, sum fer fram í flokshøpi.
Javnaðarflokkurin
Niels Finsensgøta 14, loftið
100 Tórshavn
Teldupostur: javnadarflokkurin@logting.fo
Telefon: 202202
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 10.00 og 16.00.
Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við limaskráseting
Tá tú teknar teg sum lim í Javnaðarflokkinum, savnar Javnaðarflokkurin inn persónsupplýsingar um teg. Persónsupplýsingarnir, ið vera skrásettir, eru navn, føðingardagur, bústaður, telefonnummar og teldupostaddressa.
Limaskipanin hjá Javnaðarflokkinum verður umsitin av Elektron gjøgnum skipanina MínRokning. Somuleiðis er Elektron dátuviðgeri hjá Javnaðarflokkinum.
Tá limir verða skrásettir gjøgnum MínRokning, verður ein gjaldsavtala stovnað. Til hetta krevst kontonummar og p-tal. Javnaðarflokkurin sær ikki upplýsingarnar um kontonummar ella p-tal.
Harumframt verður p-talið/V-talið ikki goymt í skipanini hjá MínRokning. Tað verður bert brúkt til at tryggja, at tað er knýtt at peningastovnskontuni. Um ikki, kann samlaða skrásetingin ikki góðkennast.
Ynskir tú seinni at frámelda gjaldsavtaluna, kanst tú gera tað í Mínrokning-portalinum (www.minrokning.fo). Tá tú frámeldar gjaldsavtaluna, verða samstundis allar persónsupplýsingar um teg strikaðar, og tú verður ikki longur skrásettur sum limur hjá Javnaðarflokkinum.
Til ber eisini at venda sær til Javnaðarflokkinum um at verða strikaður sum limur. Tá verður gjaldsavtalan somuleiðis eisini strikað.
Javnaðarflokkurin viðger persónupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.
Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við tíðindabræv
Javnaðarflokkurin sendir tíðindabræv við telduposti til tey, sum melda seg til. Kunningin inniheldur tíðindi frá flokkinum um viðkomandi politisk mál, sum flokkurin arbeiðir við.
Fyri at Javnaðarflokkurin kann senda tær tíðindabræv, er neyðugt, at Javnaðarflokkurin skrásetur teldupostadressuna hjá tær. Javnaðarflokkurin fer ikki at brúka teldupostadressuna til annað enn at senda tær kunning. Tá tú meldar teg til at móttaka tíðindabræv frá flokkinum, samtykkir tú samstundis, at Javnaðarflokkurin kann viðgera persónupplýsingar um teg.
Teldupostadressan hjá tær verður goymd hjá Mailchimp, sum veitir tíðindabrævið. Mailchimp goymir upplýsingarnar í USA, men fylgir øllum dátuverndarmannagongdum, sum eru staðfestar í evropeiskari GDPR-lóggávu. Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.
Tú kanst melda teg frá við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við tíðindaskrivinum ella við at venda tær til Javnaðarflokkin. Tá tú meldar teg frá, verður teldupostadressan strikað. Javnaðarflokkurin viðger persónupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.