Eldrapolitikkur

Í eldrapolitikkinum tekur Javnaðarflokkurin støði í tí sosialpolitiska høvuðssjónarmiði, at øll skulu hava javngóðar møguleikar fyri at hava ein virknan og virðiligan leiklut í felagsskapinum við støði í egnum fyritreytum. Eitt av høvuðsmálum floksins er at tryggja okkara eldru borgarum ein virðiligan aldurdóm við góðum og mennandi tilboðum. Fólkapensjón og Samhaldsfasti eru avgerandi í hesum arbeiði. 

Javnaðarflokkurin byggir tí á hesar grundsteinar í eldrapolitikkinum:

  • Samhaldsfesti millum ættarlið
  • Sjálvræði og virðing
  • Umsorgan eftir ymiskum tørvi
  • Sjálvsmenning og virkni í felagsskapinum

Samhaldsfesti í eldrapolitikkinum vil siga, at politikkurin skal byggja á ein sosialan sáttmála millum ættarliðini – at rúm skal vera fyri, at eldra ættarliðið skal kunna vera virkið sum longst. Tá arbeiðslívið verður lagt afturum, kann tað virkna ættarliðið taka við, eisini við skyldunum at lata so mikið av forvunnum inntøkum í felagskassan, sum er neyðugt fyri at fíggja trygd og vælferð. Soleiðis verður felags vælferðin tryggjað sum ein samhaldsføst ábyrgd, ið verður handað og flutt frá ættarliði til ættarlið.

Í mun til luttøku og sjálvsmenning er neyðugt at skapa góðar møguleikar hjá teimum eldru at taka virknan lut í orðingini og útinningini av politikki, sum beinleiðis ávirkar vælferð teirra. Flokkurin virkar fyri eini javngóðari tænastu um alt landið. Eldri skulu hava møguleika at búgva heima, so leingi tað ber til.

Eldri, sum hava ávísar sjúkur kunnu hava avbjóðingar, og tí eiga vit serliga at taka hond um hesi. Tað gera vit millum annað við at tryggja, at bústaðarviðurskiftini eru góð, og at starvsfólkini, sum eru um tey gomlu, eru væl útbúgvin.