Mentanarpolitikkur

Mentan er ein týðandi partur av tilveruni. Ein íløga í mentan er ein íløga í sosialan, vinnuligan og búskaparligan framburð í samfelagnum. Høvuðsorsøkin til at Føroyar eru til sum samfelag er, at vit hava eina felags mentan, eitt felags mál og burturúr hesum ein samleika. Eru vit líkasæl og lata hesi virði fara fyri bakka, taka vit samstundis grundarlagið undan allari samfelagsskipanini.

Vit skulu hava góð og fjølbroytt mentanartilboð kring alt landið. Við hesum skapa vit:

  • Samanhang og samleika
  • Menning og fjølbroytni
  • Eitt sterkt fólkaræði

Mentanin og listin skulu hava góðar karmar í landinum og møguleika at arbeiða altjóða. Vit ynskja frælsa list, og í Føroyum skulu vera møguleikar hjá skapandi fólki og listafólki at virka. Vit ynskja frælsar og fjølbroyttar miðlar og vilja varðveita og styrkja public service tænasturnar. Upplýsing, sum er óheft av politiskum, átrúnaðarligum, fíggjarligum ella vinnuligum áhugamálum, er ein grundarsteinur undir fólkaræðinum.

Øll skulu hava møguleika fyri at vera partur av mentanar- og frítíðartilboðunum í landinum. Her er sjálvbodna arbeiðið ein virðismikil partur, og hesum eiga vit at veita góðar karmar.