§ 1 NAVN OG ENDAMÁL
1. stk. Navn felagsins er: Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag.
2. stk. Endamál felagsins er :
At virka fyri at gera fólk kunnug við endamál floksins, sum er skrásett í stevnuskrá Javnaðarfloksins.
3. stk. Felagið skal virka fyri javnaðarstevnuni og stilla upp til løgtings-, kommunu- og fólkatingsval eins og til almennar nevndir og ráð.
§ 2 LIMASKAPUR
1. stk. SuSyJa stendur sum felag í Javnaðarflokkinum.
2. stk. Øll, sum eru fylt 18 ár, og vilja fylgja lóg felagsins og stevnuskrá Javnaðarfloksins kunnu gerast limir við atkvøðurætti við at rinda limagjald, sum aðalfundurin ásetur.
Nevndin hevur tó rætt til, í hvørjum einstøkum føri, at leggja fyri felagið til avgerðar upptøku av nýggjum limi.
3. stk. Limagjaldið verður ásett á aðalfundi felagsins.
§3 NEVNDIN
1. stk. Nevnd felagsins verður vald á aðalfundinum. 5 nevndarlimir og 2 tiltakslimir verða valdir. Nevndarlimir sita 2 ára skeið. Annahvørt ár standa 2 nevndarlimir fyri vali (ólíka ár) og annahvørt ár standa 3 nevndarlimir fyri valið (líka ár). Nevndin skipar seg við formanni, varðaformanni, skrivara og kassameistara.
Ársaðalfundurin velur eisini grannskoðara
§ 4 AÐALFUNDUR OG EYKAAÐALFUNDUR
1. stk. Ársaðalfundurin er hægsta vald felagsins
2. stk. Ársaðalfundurin skal haldast í 1. kvartali og fráboðast limunum í seinasta lagið 14 dagar frammanundan.
3. stk. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførður.
4. stk. Allir limir felagsins, sum eru á fundi, hava atkvøðurætt.
5. stk. Uppskot um lógarbroytinar og annað, sum limir ynskja viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi – skrivliga – í seinasta lagi fýra gerandisdagar fyri fundin.
6. stk. Fyri at gera lógarbroytingar krevst, at minst 2/3 av uppmøttu limunum við atkvøðurætti eru fyri.
7. stk. Dagsskráin fyri aðalfundin er henda:
8. stk. Eykaaðalfundur kann haldast, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá minst ? limir skrivliga ynskja tað. Eykaaðalfundur kann fráboðast við styttri fyrivarni, men fylgir annars somu reglum sum aðalfundurin.
§ 5 ROKNSKAPUR
Kassameistarin leggur grannskoðaðan roknskap fyri aðalfundin til góðkenningar.
§ 6 FUNDARBÓK/GERÐABÓK
Skrivarin førir felagsins fundarbók.
§ 7 GJALD FRÁ VALEVNUNUM
1. stk. Býráðslimir gjalda 100,- kr. pr. mð. til felagið, evt. Borgarstjóri 300,- kr.
2. stk. Løgtings-, Landstýris- og Fólkatingsfólk gjalda 300,- kr. pr. mð. til felagið. evt. Løgmaður ?
Lógin soleiðis brott á eykaaðalfundi 20. mars 2019