Lóg fyri Eysturoyar Javnaðarfelag

 

§. 1 NAVN OG ENDAMÁL

1. stk. Navnið á felagsskapinum er Eysturoyar Javnaðarfelag.
2. stk. Endamál felagsins er:
At virka fyri at gera fólk kunnug við endamál floksins, sum er skrásett í stevnuskrá Javnaðarfloksins. At fylgja Føroya Fólk um javnaðarhugsjónina í stríðnum fyri politiskum og búskaparligum frælsi. Nevnd felagsins er eisini samskipanarnevnd fyri flokkin.
3. stk. Felagsskapurin skal virka fyri Javnaðarstevnuni og stilla upp til almennar nevndir og ráð

§. 2 LIMASKAPUR

1. stk. Limur kann ein og hvør gerast, sum vil fylgja lógum og stevnuskrá floksins. Nevndin hevur tó rætt til í hvørjum einstøkum føri, at leggja fyri felagið til avgerðar upptøku av nýggjum limi.
2. stk. Nýggjur limur skal gjalda limagjald fyri alt árið.
3. stk. Limir, sum koma inn í felagsskapin aftan á ANNAN UPPSTILLINGARFUND frammanundan vali, hava ikki atkvøðurætt til triðju uppstilling ta ferðina.

§. 3 LIMAGJALD

Limagjaldið verður ásett á aðalfundi felagsins.

§. 4 NEVNDIN

1. stk. Felagsins nevnd verður skipað av formanni, varaformanni og 7 nevndarlimum. Umframt hesar 9, kann S.U. velja 2 nevndarlimir.
2. stk. Nevndin verður vald á ársaðalfundi. Formaðurin og varaformaðurin verða valdir beinleiðis av aðalfundinum. Harumframt verður valdir tveir tiltakslimir
3. stk. Kassameistari, sum verður valdur av nevndini, røkir eisini skrivarastarvið, um ikki nevndin kemur ásamt um annað.
4. stk. Ársaðalfundurin velur eisini 2 grannskoðarar.

§.5 ROKNSKAPUR

Kassameistarin leggur grannskoðaðan roknskap fyri aðalfundin til góðkenningar

§. 6 FUNDARBÓK

Skrivarin førir felagsins fundarbók, og verða allir fundir og allar fundarsamtyktir førdar inn í hana.

§. 7 NEVNDAR- OG FELAGSFUNDIR

1. stk. Nevndin heldur fund, tá ið formaðurin ella minst tveir nevndarlimir halda, at tørvur er til tess, eins og boðað verður til felagsfund so tíðum krevst at viðgera dagsins spurningar
2. stk. 20 limir kunnu altíð skrivliga krevja fund, tá ið dagsskrá verður kunngjørd.
3. stk. Tað skal verða hildin felagsfundur minst tvær ferðir um árið
4. stk. Aðalfundur skal verða hildin í februar mánaði og kunngjørdur minst 14 dagar frammanundan.
5. stk. Um nevndarlimur ikki kann møta, eigur hann at siga formanninum frá, so eykamaður kann koma í hansara stað. Um nevndarlimur ikki boðar frá fráveru 3 fylgjandi ferðir, men tó er heima, er hann farin úr nevndini, og fyrri tiltakslimur verður innkallaður.
6. stk. Formaðurin leiðir felagsins fundir, og fyriskipar dagsskránna.
7. stk. Gerðabókin frá síðsta fundi verður lisin.
8. stk. Eykaaðalfundur skal lýsast við minst 2 dagar freist, har kunngjørd verður dagsskrá.
9. stk. Á ársaðalfundinum er fylgjandi dagsskrá:
Val av fundarstjóra
Frágreiðing frá formanninum viðvíkjandi farna ári.
Framløga av grannskoðaða roknskapinum fyri farna árið.
Val av 9 nevndarlimum.
Val av formanni (valdur millum teir 9 nevndarlimirnar)
Val av næstformanni (valdur millum teir 9 nevndarlimirnar)
Val av tveimum varalimum
Val av tveimum grannskoðarum
Áseting av limagjaldi fyri komandi ár
Viðgerð av innkomnum uppskotum
Uppstilling - valevnislisti
Ymiskt


§. 8 MYNDUGLEIKI

1. stk. Aðalfundurin hevur hægsta myndugleika, og verða allar avgerðir avgjørdar við vanligum meiriluta
2. stk. Limir felagsins skulu taka við teim størvum felagið áleggur teimum.

§. 9 DEILD

Felagsskapurin stendur, sum deild í Føroya Javnaðarflokki
Uppskot til lógarbroytingar, ið bert kunnu leggjast fyri á aðalfundi, skulu skrivliga verða formanninum/nevndini í hendi minst 7 dagar undan ársaðalfundi.

Lógin soleiðis broytt á aðalfundi 2. mars 2011.