Landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Fødd: 22.08.91
Maki: Teitur Lassen
Børn: Uni Halgir Teitsson
Útbúgving: Bachelor í Føroyskum máli og bókmentum
Hjartamál: Eg ynski at arbeiða fyri, at pláss verður fyri okkum øllum í Føroyum, at okkara virðir verða javnt býtt og kemur okkum øllum til góðar.
Vælferðarsamfelagið skal styrkjast og mennast í heilum, so vit øll hava tak yvir høvdið, so vit eru tryggjað skjóta og góða viðgerð í heilsuverkinum, og við at betra um umstøðurnar hjá teimum, ið arbeiða í fjølbroyttu umsorganarstørvunum. Alt hetta er treytað av samhaldsfesti millum ættarlið.
At okkara børn og teirra eftirkomarar eisini kunnu liva í einum heimi við ríkari náttúru. Tí er umráðandi at seta krøv um náttúru- og umhvørvisvernd, orða eina veðurlagslóg, samtykkja og arbeiða víðari við margfeldislógini. Hetta umframt, at vit taka atlit til umhvørvi og náttúru í øllum avgerðum, ið verða tiknar.
Norðuri á Trøð 16 - 176 Velbastaður | |
ingilinds@umhvorvi.fo | |
+298 259212 |
/ingilinds |