Arbeiðsmarknaðarpolitikkur

Arbeiði til allar hendur er týðandi lutur í sosialdemokratisku visjónini. Arbeiði skapar vøkstur í samfelagnum og ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur er eitt avgerandi amboð at røkka hesum máli. Arbeiðsmarknaðarpolitikkurin er eisini eitt amboð til at tryggja fíggjarligt støðufesti og orku at taka ímóti vaksandi avbjóðingum frá millum annað altjóðagerð og framhaldandi demografiskum broytingum.

Í Javnaðarflokkinum halda vit, at ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur eigur at verða brúktur sum ein snúningsásur í broytingartilgongdum. Tá vinnumynstrið í samfelagnum broytist, vilja vit tryggja, at ongin dettur niðurímillum. Málið er til eina og hvørja tíð at hava eitt lágt arbeiðsloysi og góðar arbeiðsmarknaðar- og sosialar skipanir. Soleiðis verður sosialdemokratiskur vakstrarpolitikkur ein samanrenning av vinnu- og arbeiðsmarknaðarpolitikki.
 
Arbeiðsmarknaðarpolitikkurin skal veita arbeiðstakarunum trygd, og samstundis skapa smidligar og tíðarhóskandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru fýra hornasteinar í politikkinum:

  • Smidligar og tíðarhóskandi arbeiðsmarknaðarskipanir.
  • Vaksnamannalæra, lívslong læra og eftirútbúgving fyri at betra um atgongdina til arbeiðsmarknaðin
  • Virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur sum m.a. skal stytta arbeiðsloysistíðina hjá tí einstaka og geva góðar møguleikar fyri arbeiðsskifti
  • Sosialar trygdarskipanir við beinleiðis útgjaldi

Javnaðarflokkurin virðir fakfeløgini sum ein javnbjóðis part á arbeiðsmarknaðinum. Í tøttum samstarvi við fakfeløgini vilja vit tryggja góð og virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum. Hetta inniber millum annað at byrgja fyri sosialari dumping, sum skapar ójavna kapping og førir til undirlønta arbeiðsmegi.