Vinnupolitikkur

Fortreytin fyri einum sterkum vinnulívi er eitt trygt, vælútbygt vælferðarsamfelag, ið gevur einstaka menniskjanum møguleika at útbúgva og menna seg og harvið tryggja samfelagnum eina støðuga, væl útbúna og virkisfúsa arbeiðsmegi.

Javnaðarflokkurin vil virka fyri einum sterkum og burðardyggum vinnulívi, sum er grundarlagið undir einum góðum vælferðarsamfelag. Vinnulívið eigur at kenna sína ábyrgd fyri tí fólki, ið virkar í vinnuni, fyri samfelagnum, náttúrutilfeinginum og umhvørvinum.

Eitt av aðalmálum Javnaðarfloksins er, at øll hava somu atgongd til at troyta okkara felags náttúruríkidømi. Høvuðsvinnan skal rekast eftir eini marknaðargrundaðari skipan, har dentur verður lagdur á burðardygd og at fáa sum mest burturúr - til okkum øll.

Leikluturin hjá tí almenna er at skapa bestu fortreytir fyri vinnuna. Hetta verður gjørt við at skipa so fyri, at arbeiðsmarknaðurin hevur atgongd til eina væl útbúna arbeiðsmegi, atgongd til dygdargóðar skipanir og eitt gott heilsuverk. Vinnan og tað almenna eiga í felag at skapa bestu fortreytirnar fyri vinnumenning.

Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri, at ríkidømið kemur í umferð í samfelagnum, heldur enn at miðsavnast á fáum hondum. At ríkidømið kemur í umferð hevur við sær, at tað kemur flest øllum til góðar. Eisini arbeiða vit í Javnaðarflokkinum fyri, at fólkið um alt landið fær gagn av ríkidøminum. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at arbeiðspláss eru kring landið, og tað almenna eigur í tann mun tað ber til, at leggja nýggj arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin.
 Øll skulu hava møguleika at fara undir útbúgving, og útbúgvingartilboðini eiga at vera fjølbroytt, bæði tá tað kemur til akademiskar útbúgvingar, yrkisútbúgvingar, eftirútbúgvingar og miðnámsútbúgvingar. Neyðug hjálp skal verða veitt teimum, ið hava tørv á hesum, til tess at koma ígjøgnum útbúgvingina.  

Íverksetan/innovatión má gerast eitt felags fokusøki og felags ábyrgd hjá tí almenna, tí privata vinnulívinum og samfelagnum annars. Skulu vit megna at skapa fleiri arbeiðspláss er viljin til samstarv og íløgur í nýggj hugskot ein avgerandi fortreyt. Krónu fyri krónu prinsippið er ein gongd leið at menna nýtt virksemi. Góðir karmar fyri einum stimbrandi íverksetaraumhvørvi eru ein fortreyt fyri vinnumenning, og tað almenna eigur ikki at leggja fótonglar á hesum øki. Ístaðin eigur tað almenna at syrgja fyri so liðiligum skipanum sum gjørligt, soleiðis at tað er lætt at fara undir egið virksemi.

Samanspælið millum hægri lærustovnar, gransking og yrkisskúlar hevur eisini stóran týdning fyri at menna íverksetan. Yrkisskúlarnir eiga at hava ein virknan leiklut í sambandi við íverksetan og menning av hugskotum. Eisini eiga yrkisskúlarnir at hava møguleika at samstarva við vinnuna á staðnum um vørumenning og harvið geva áhugaðum lærlingum spennandi avbjóðingar.

Vit skulu marknaðarføra okkum sum ferðavinnutjóð. Stuðlast skal undir eina burðardygga ferðavinnu, sum skapar arbeiðspláss, vøkstur og trivnað. Tað skal vera ein vinna við skipaðum kørmum, har trygd og atlit til lokalsamfelagið altíð er í hásæti.