Javnstøðupolitikkur

Tað, sum eyðkennir tað góða samfelagið, er, at øll menniskju hava javnbjóðis møguleikar at gagnnýta sínar eginleikar til fulnar. Við øðrum orðum: Javnstøða er ein fortreyt fyri góða samfelagnum.

Javnaðarflokkurin vil tí til eina og hvørja tíð virka fyri, at allur ójavni í samfelagnum, orsakað av landafrøði, aldri, heilsu og kyni verður beindur burtur. Ein fortreyt fyri fólkavøkstri er, at bæði øll  støðast og hava tað gott í Føroyum. Fyri at økja um trivnaðin og javnstøðuna í samfelagnum vil Javnaðarflokkurin tí virka fyri, at atlit verður tikið til javnstøðu í øllum politisku avgerðum floksins, har hetta er møguligt.

Vit býta javnstøðupolitikkin upp í fýra høvuðsbólkar:

Familjan: Javnvág millum familju- og arbeiðslív, so bæði foreldrini og/ella stakir uppihaldarar hava møguleika at útinna leiklut sín í familjulívinum og á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti, samstundis sum børnini fáa ein góðan uppvøkstur.

Útbúgvingarskipanin: Stevnumiðið er, at øll fáa somu møguleikar at støðast og mennast í skúlaskipan okkara.

Arbeiðsmarknaðurin: At skapa ein liðiligan arbeiðsmarknað, har til ber at hava eina familju og gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum. At bæði mamma og pápi hava møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi.

Politiski pallurin: At bæði kynini, ung og eldri og fólk úr øllum landinum eru umboðað, har avgerðir verða tiknar. At fjølbroytni myndar samfelagið á øllum økjum.