20. mars 2025

Magna: Skipanin við framskundaðari pensjón má gerast smidligari

Ein vælvirkandi skipan, sum loftar teimum, ið eru niðurslitin, er ein fortreyt fyri, at vit kunnu hækka pensjónsaldurin.

- Endamálið við skipanini við framskundaðari pensjón var at skapa eina skjóta og smidliga skipan fyri tey, ið hava havt eitt langt og slítandi arbeiðslív. Svarið hjá landsstýrismanninum í dag sigur mær, at tillagingar eru neyðugar, so skipanin gerst enn smidligari.

Soleiðis sigur Magna E. Mørkøre, tingkvinna, sum í dag setti landsstýrismanninum í almannamálum, Eiriki í Jákupsstovu, spurning um framskundaða pensjón.

Tað eru í dag tvær skipanir til fólk, sum fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey røkka fólkapensjónsaldur: framskundað pensjón og fyritíðarpensjón.

Framskundað pensjón er ætlað teimum, hvørs arbeiðsførleiki er minkaður við helvt og aldursmarkið fyri at fáa hesa veiting er í dag 64 ½ ár, sum er trý ár fyri pensjónsaldur.

Um ársskiftið 2023-24 høvdu íalt 60 borgarar fingið framskundaða pensjón. Tað svarar til 15 játtaðar umsóknir um árið. Eingin umsókn var noktað og viðgerðartíðin var í miðal 141 dagar.

Landsstýrismaðurin greiddi í svarinum frá, at í málum, tá serlæknar skuldu gera metingar, taka út við tvær ferðir so langa tíð. Men tá umsóknin er avgreidd fáa fólk pensjónina frá tí degi, tey hava søkt.

- Hetta er ein góður møguleiki fyri fólk, sum eru komin nakað til árs, men ikki megna at arbeiða longur eftir eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum. Men vit eiga at hyggja uppá, um vit kunnu lætta um treytirnar, so vit fáa avgreitt umsóknirnar skjótari og so fleiri fólk kunnu verða fevnd av skipanini, sigur Magna Eliana Mørkøre tingkvinna at enda.