Lóg fyri Norðoya Javnaðarfelag

Grein 1. Navn og endamál.

Stk. 1. Navn felagsins er Norðoya Javnaðarfelag, stytt N.J.

Stk. 2. Endamál felagsins er:

At kunna fólk um endamál floksins, so sum skrásett er í stevnuskrá Javnaðarfloksins, og í samsvar við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt samfelag á fólkaræðisligari grund.

Stk. 3. Felagið skal virka fyri javnaðarstevnuni og stilla upp og lata fólk velja til øll almenn álitisstørv.

 

Grein 2. Limaskapur.

Stk. 1. N.J. er sum felag limur í Javnaðarflokkinum.

Stk. 2. Øll sum eru fylt 18 ár, og vilja fylgja lógum felagsins og stevnuskrá Javnaðarfloksins kunnu gerast limir.

Stk. 3. Ung undir 18 ár kunnu gerast vanligir limir. Hesir rinda tó einki limagjald og hava ikki atkvøðurætt.

Stk. 4. Aðalfundurin skilar sær rætt til at taka avgerð um upptøku av nýggjum limi.

Stk. 5. Limur hevur skyldu at til at taka við teimum størvum innan javnaðarflokkin, ið felagið áleggur honum. Somuleiðis eigur hann at styðja flokkin sum álitisfólk, við almenn val og møta við valborðið.

Stk. 6. Spurningar um framhaldandi limaskap kann, um neyðugt, leggjast fyri aðalfund.
Stk. 7. Ynskir limur at fara úr felagnum, skal hann skrivliga boða nevnd felagsins frá hesum.

 

Grein 3. Limagjald.

Stk. 1. Limagjald verður ásett á ársaðalfundinum.

Stk. 2. Arbeiðsleysir limir, fólkapensjónistar, eftirlønarmóttakarar og lesandi rinda helvtina av ásetta limagjaldinum.

 

Grein 4. Nevndar- og felagsfundir.

Stk. 1. Nevnd felagsins hevur fund regluliga.

Stk. 2. Forfólk ella tveir nevndarlimir kunnu krevja nevndarfund.

Stk. 3. Nevndin er viðtøkufør tá tríggir ella fleiri limir eru møttir.

Stk. 4. Nevndarlimir hava skyldu at møta á nevndarfundi, um teir ikki hava forfall.

Stk. 5. Møtir nevndarlimur ikki á 3 fylgjandi nevndarfundum uttan orsøk, fer hann úr nevndini og fyrsti tiltakslimur verður fastur limur í nevndini.

Stk. 6. Er nevndarlimur burturstaddur í styttri ella longri tíðarskeið, skal hann boða nevnd og fyrsta tiltakslimi frá at møta í nevndini.

Stk. 7. Forfólk felagsins stjórnar nevndarfundunum.

Stk. 8. Skipað verður fyri felagsfundi minst eina ferð árliga.

Stk. 9. Fundarstjóri skal veljast á felagsfundinum.

 

Grein 5. Aðal- og eykaaðalfundir.

Stk. 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Stk. 2. Aðalfundurin skal vera í februar/mars mánað.

Stk. 3. Aðalfundurin skal kunngerast limunum í seinasta lagi 14 dagar undan fundardegnum.

Stk. 4. Aðalfundurin verður roknaður sum fyrsti uppstillingarfundur. Á aðalfundinum hava hava nevnd og fundarluttakarar høvi at koma við uppskotum til valevnislistan.

Stk. 5. Eykaaðalfundur verður, tá nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá minst 10 limir skrivliga ynskja tað.

Stk. 6. Eykaaðalfundurin kann fráboðast við styttri freist, men fylgir annars somu reglum sum aðalfundurin.

 

Grein 6. Atkvøðurættur og lógarbroyting.

Stk. 1. Allir limir felagsins, ið eru møttir á fundi hava atkvøðurætt, tó fellur hesin rættur burtur tá limagjalds eftirstøðan er 3 ár.

Stk. 2. Fyri at gera lógarbroytingar krevst, at minst 2/3 av møttu limunum við atkvøðurætti eru fyri.

Stk. 3. Uppskot um lógarbroytingar og annað, ið limir ynskja viðgjørt á aðalfundi, skulu verða nevndini í hendi, skrivliga, í seinasta lagi 4 dagar innan fundin.

 

Grein 7. Nevndarval við meira.

Stk. 1. Í nevnd felagsins vera valdir 5 nevndarlimir og 2 tiltakslimir.

Stk. 2. Er eitt virkið ungmannafelag í Norðoyggjum, sum eisini er limur í Javnaðarflokkinum, eigur hetta ungmannafelagið eitt umboð í nevndini. Í tí førinum verða 6 nevndarlimir og formaðurin hevur tá avgerandi atkvøðuna.

Stk. 3. Aðalfundurin velur nevnd og tiltakslimir, soleiðis at tveir nevndarlimir verða valdir stak ár og tríggir nevndarlimir verða valdir óstak ár. Tveir tiltakslimir verða valdir hvørt ár.

Stk. 4. Aðalfundurin velur tveir grannskoðarar.

Stk. 5. Forfólki er føddur limur í floksleiðsluni og næstforfólkið er tiltakslimur. Aðalfundurin velur umboð og tiltaksumboð. Stendur á jøvnum millum valevnini, verður val við lutakasti.

Stk. 6. Forfólki er føddur limur í starvsnevndini og næstforfólkið er tiltakslimur.

 

Grein 8. Dagsskrá fyri aðalfund.

1: Val av fundarstjóra
2: Val av fundarskrivara
3: Frágreiðing frá forfólki
4: Framløga av grannskoðaðum roknskapi
5: 
    a)  val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum stak ár (ólíkatal)
    b)  val av 3 nevndarlimum og 2 tiltakslimum ósták ár (líkatal)
    c)  val av 1 nevndarlimi sum umboðar eitt virkið ungmannafelag
    d)  val av 2 tiltakslimum​

6: Val av umboðum í starvsnevnd
7: Val av umboðum í floksleiðslu Javnaðarfloksins
8: Val av 2 grannskoðarum
9: Lógarbroyting/innkomin uppskot
10: Áseting av limagjaldi
11: Uppstilling til løgtingsval. Felagið hevur standandi lista.
12: Ymiskt

Grein 9. Skipan av nevnd.

Stk. 1. Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundi skipar nevndin seg sjálv soleiðis:

a) Forfólk
b) Næstforfólk
c) Skrivari
d) Kassameistari
e) Nevndarlimur

Stk. 2. Nevndin kann skipa undirnevndir.

Stk. 3. Forfólk kann velja at nýta heitið formaður ella forkvinna. Næstforfólk kann velja at nýta heitið næstformaður ella næstforkvinna.

 

Grein 10. Fólkavald umboð.

Stk. 1. Í øllum málum, har ikki tagnarskylda forðar tí og hetta hevur almenn áhuga, er tað skylda hjá teimum fólkavaldu í býráði, í bygdarráðum, á tingi, í fólkatingi og annars, har vit hava umboðan at upplýsa nevnd og felagið um arbeiðið.

Grein 11. Uppstilling til val.

Stk. 1. Felagið stillar upp og ger valevnislista til øll almenn val.

Stk. 2. Uppstillaður skal hava verið limur í N.J. ella øðrum javnaðarfelag, í minsta lagið hálvt ár, sambært lóg fyri Javnaðarflokkin.

Stk. 3. Fyri at kunna atkvøða á uppstillingarfundi, krevst limaskapur undan tí fyrsta uppstillingarfundinum. Bert tey, ið eru á fundi, hava atkvøðurætt.

Stk. 4. Tríggir uppstillingarfundir skulu vera. Annar og triði kunnu vera sama dag. Aðalfundurin verður roknaður sum fyrsti uppstillingarfundur.

Stk. 5. Millum uppstillingarfundirnar skal nevndin kanna eftir, um tey ið eru í uppskoti taka við vali.

Stk. 6. Seinasti møguleiki at koma við uppskotum til valevnislistan er á øðrum uppstillingarfundi. Á øðrum uppstillingarfundi verður skrivlig vegleiðandi atkvøðugreiðsla millum tey, ið taka við vali.

Stk. 7. Valevnislistin verður gjørdur á triðja uppstillingarfundi við skrivligari atkvøðugreiðslu.

Stk. 8. Atkvøtt verður soleiðis, at á atkvøðulista skulu nøvnini á teimum ið taka við vali vera kunngjørd á ein greiðan hátt og í mesta lagið tað tal av valevnum, sum er ásett sambært valskipanini og í minsta lagið 2/3 av talinum sambært valskipanina. Stendur á jøvnum verður skrivligt umval. Stendur framvegis á jøvnum verður lutakast.

Stk. 9. Tekur valevni seg av listanum, verður skipað fyri nýggjum uppstillingarfundi. Á hesum fundi verður/verða írestandi valevni valt/vald. Nevndin og fundarluttakararnir hava høvi at koma við uppskotum til valevnislistan. Atkvøtt verður sum nevnt í stk. 8.

Stk. 10. Á endaliga valevnalistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.

Grein 12. Fíggjarviðurskifti.

Stk. 1. N.J. verður bundið við undirskrift forfólksins saman við einum nevndarlimi.

Stk. 2. Nevndin kann geva kassameistara ræðisrættin yvir peninganýtslu, í samband við dagliga raksturin av felagnum.

Stk. 3. Roknskaparárið er álmanakkaárið og roknskapur felagsins skal verða sendur grannskoðara/um felagsins í seinasta lagið eina viku áðrenn aðalfundin.

Grein 13. Lóg fyri N.J.

Stk. 1. Lógin fyri N.J. skal endurskoðast 4. hvørt ár.

 

Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi 20. juni 2023