20. mars 2025

Hækka endurgjaldið til foreldur sum mugu vera heima hjá børnum vegna brek

Ætlanin er at hækka endurgjaldið upp í 30.000 kr. um mánaðin, so tað svarar til hægsta barsilsútgjaldið.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, setti í dag landsstýrismanninum í almannamálum ein fyrispurning um málið.  

Tá ið barn ber brek ella hevur varandi sjúku kann henda, at barnið ikki fær verið á stovni, ella at tað má vera heima í styttri ella longri tíð. Hetta kann hava við sær, at annað ella hendingaferð bæði foreldrini mugu frá arbeiði í styttri ella longri tíð.

Tá er møguligt at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.

Í dag kann endurgjaldið í mesta lagi vera kr. 27.779,- um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald sambært løgtingslóg um eftirløn.

Vert er at leggja til merkis, at uttan mun til hvat inntøku hesi foreldur hava, so er hetta hægsta endurgjaldið. Tað merkir at foreldur, ið til dagligt vinna meira, missa inntøku hvønn mánað, og tað kann raka familjuna hart.

Í praksis hevur hetta eisini við sær, at tann, ið hevur lægru inntøkuna - aloftast mamman - fer heim at vera um barnið. Av teimum 114 fólkunum, sum fáa endurgjaldið, tí tey mugu vera heima hjá barni vegna brek ella sjúkur, eru 105 kvinnur.