Ingilín D. Strøm heldur, at avbjóðingarnar á dagstovnaøkinum tvinga okkum at taka eitt týðandi val um, hvat tað er fyri eitt slag av samfelag, vit ynskja. Svarið eigur sjálvsagt at vera vælferðarsamfelagið.
Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um støðuna á dagstovnaøkinum í Havn, sum í summum førum er á pínumarkinum, og í øðrum førum er farin um pínumarkið. Familjur og starvsfólk hava merkt tað í rúma tíð. Uppgerð frá Pedagogfelagnum í 2017 vísti, at á leið 400-500 námsfrøðingar vanta í, skal minstamarkið, ið er lógarásett í dagstovnalógini, verða hildið. Búskaparráðið vísir á, at tørvur er á 89 fulltíðarstarvsfólkum bara í Tórshavnar Kommunu skal núverandi normering haldast, og at næstu 10 árini verður tørvur á 700 starvsfólki afturat í eldrarøktini og meira enn 100 í sjúkrarøktini.
Tað nyttar ikki at venda hesi risastóru avbjóðing blinda eygað. Vit mugu gera av, um vit vilja hava eitt vælferðarsamfelag ella ikki. Vilja vit hava, at øll skulu hava møguleika at vera á arbeiðsmarknaðinum? So mugu vit hava nøktandi vælferðartilboð!
Men vit kunnu eisini velja hitt. Eitt konservativt samfelag, har bara tey, sum hvørki hava børn ella gomul foreldur at taka sær av, sleppa til arbeiðis, og restin er heima og veitir umsorgan. Hesi samfeløgini finna vit m.a. í Suðurevropa. Tað ber til. Men tað ynski eg mær ikki. Tí gjógvin millum rík og fátøk er stór. Arbeiðsmarknaðurin stirvin og sosiala trygdarnetið so at siga ikki eksisterandi. Í Føroyum hava vit uppbygt okkum eitt sosialdemokratiskt samfelag. Eg tori at pástanda, at allarflestu føroyingar eru góðir við hesa skipanina. Og vit mugu minnast til, at hjúkla um tað, sum vit eru góð við.
Tað gera vit ikki nú. Vit eru vitni til eina niðurlaging av vælferðarsamfelagnum, har fólk í arbeiðsførum aldri fara av arbeiðsmarknaðinum. At land og kommunur niðurpína vælferðartænasturnar. Vit mugu koma ásamt um, at skulu vit hava eitt vælferðarsamfelag, so mugu vit altíð hava eitt gott og nøktandi fakligt støði og nokk av starvsfólkum á vælferðarøkinum. At arbeiðið, sum fjølbroyttu umsorganarstørvini røkja er ómissandi, at arbeiðsumstøðurnar og lønin skulu vera hareftir og samsvara við ta ábyrgd, ið vit lata upp í hendurnar á starvsfólki. Lat okkum fáa minimumsnormeringar á barna- og eldraøkinum sum skjótast! Og lat okkum blíva samd um, at vit vilja búgva í einum vælferðarsamfelag á hægsta støði, har øll í arbeiðsførum aldri kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum við góðari samvitsku, har familjur og borgarar mennast og trívast.