Í 2020 broytti samgongan skipanina við tillagaðum størvum, so tey, sum koma í skipanina, fáa minni í løn og missa sáttmálaásetta løn. Landskassin skuldi spara, var grundgevingin. Nú spyr Ingilín D. Strøm nýggja landsstýrismannin, um hann heldur, at tað var tað vert, og um tað var rætt at fremja lógarbroytingina.
Somuleiðis gera bæði ST-sáttmálin og brekpolitikkur landsins greitt, at ein skal miða eftir at javnstilla fólk, ið bera brek, við onnur, og hendan lógarbroytingin kann sigast at ganga beint ímóti tí.
Hetta inntrivið í lívsgrundarlagið og rættindini hjá fólki, ið hava tillagað størv, bleiv samtykt við grundgevingini, at landskassin skuldi spara. Hetta hóast, at øll, sum vóru til hoyringar, mæltu frá at samtykkja broytingina.
Les allan fyrispurningin her: www.logting.fo/mal/mal/?id=9950