Kjakið um abort snýr seg ikki um at banna ella loyva abort. Tað snýr seg um trygga ella ótrygga abort. Føroyskar kvinnur fáa abort. Soleiðis er tað, um vit vilja tað ella ei.
Herfyri var eg í býnum Tulsa í statinum Oklahoma í USA. Tað var ein spennandi og gevandi túrur í nógvar mátar, men ein uppliving rakti meinari enn hinar. Á veg at keypa kaffi ein leygarmorgun møtti eg tveimum kvinnum og døtrum teirra, sum sótu í einum dragivogni. Eg heilsaði og smíltist til genturnar og legði so til merkis skeltini í vogninum. Á øðrum stóð:
“Keep abortion safe and legal”.
Eg steðgaði og prátaði við tær eina løtu.
“Vit taka stríðið, so døtur okkara ikki noyðast”.
Eg segði, at eg stuðlaði teimum, og at eg vónaði tað besta. Men samstundis føldi eg meg illa. Tí eg taki ikki stríðið. Tí rættindini hjá føroyingum til abort eru so gott tabuiserað í politisku skipanini. Abortlógin er parkerað í 1956, tí vit politikarar ikki tora at taka rættin til trygga abort upp á tungu.
Vit eru heimsmeistarar í at útflyta trupul mál
Í Føroyum hava vit ongantíð havt eitt ordiligt politiskt kjak um at enda ein graviditet.
Eins og vit fyrr vendu blinda eygað til og sendu fólk, ið bera brek av landinum.
Eins og vit fyrr sendu samkynd av landinum.
Eins og vit fyrr sendu sálarsjúk av landinum, senda vit í dag kvinnur av landinum, tá tær vilja hava eina trygga og lógliga abort.
Ude af øje, ude af sind, verður sagt. Men tað broytir ikki veruleikan.
Vit vita, at í øllum førum fram til 2008 hava abortpillarar verið innfluttir til Føroya ólógliga. Í nógv ár hava vit havt netverk, ið hjálpa fólki at fáa abort - bæði í Føroyum og í Danmark.
Vit kunnu vera ímóti abort. Og ikki fáa eina. Tað er eitt val, sum er upp til tann einstaka. Men við at avmarka atgongdina til abort, fáa vit ikki færri abortir. Vit hoyra bara um færri av teimum. Og vit fáa fleiri kvinnur, ið føla seg kriminaliseraðar, møguliga skamma seg og kenna seg einsamallar. Og fleiri kvinnur, ið skulu gjøgnum eina labyrint, har tær kanska - og kanska ikki - sleppa at taka eina so grundleggjandi avgerð.
Fyri at sleppa uttan um føroysku mannagongdirnar velja summi at fara til Danmarkar at fáa eina abort. At fáa eina abort á donskum privatsjúkrahúsi kostar 6. – 11.000 krónur - afturat hesum koma ferðaútreiðslur.
Beint nú arbeiðir Frítt Val við at styrkja atgongdina hjá føroyingum til danska heilsuverkið, so tað ikki er fíggjarligi kostnaðurin, sum er forðingin at fáa eina abort í Danmark. Og hvat gera vit í Føroyum? Vit gera tað til eitt stríð millum Føroyar og Danmark. Men hetta er okkara málsøki – vit kunnu taka tað upp nú, í dag, í morgin ella í næstu viku. Eingin dani forðar okkum, og vit kunnu heldur ikki forða politiskum flokkum í Danmark at hava eina meining um okkum.
Vit vita, at eitt bann minkar ikki um abortirnar, ið verða framdar. Heldur verða abortirnar ótryggar. Og í løtuni bara fyri tey, sum hava ráð.
Kommunulæknin tekur avgerðina
Um eg var kommunulækni, so hevði eg viljað, at eg hevði eina greiðari lóggávu at halda meg til. Einstaki kommunulæknin hevur ov stórt vald og ov stóra ábyrgd. Skalt tú hava eina abort í dag, so skal kommunulæknin játta, at tú kanst fáa eina abort, og síðani skal játtan fáast frá lækna á Landssjúkrahúsinum. Treytirnar eru, at tú annaðhvørt sálarliga ella kropsliga ert forðað í at taka tær av barninum, at tú hevur verið fyri neyðtøku, ella um tað stendur um lív hjá mammuni.
Nær mamman er ov illa fyri til at fáa barnið, er upp til einstaka kommunulæknan at tulka.
Veruleikin er, at fleiri kvinnur síggja seg noyddar til at siga, at tær eru sálarliga ella kropsliga so illa fyri, at tær ikki kunnu taka sær av einum barni. Hetta verður skrásett í journalini, sum fylgir teimum alt lívið.
Eg kenni fleiri kvinnur, ið hava fingið eina abort. Tað gera vit øll, um vit høvdu tosað opið um tað. Onkur, tí hon ynskti tað, onkur av heilsuorsøkum og onkur av neyð. Allar hava tær verið gjøgnum eina óneyðuga trupla viðgerð. Eina til tíðir vanærandi viðgerð, sum vit ikki høvdu bjóðað nøkrum øðrum í sjúkrahúsverkinum.
Tíðin er komin
Síðst í mai mánað skrivaði guvernørurin í Oklahoma undir strangastu abortlóg í USA. Í síðstu viku mistu amerikanskar kvinnur rættin til trygga abort við ógildaða Roe v. Wade hægstarættardóminum. Hetta hendi, hóast 80 % av øllum amerikanarum ikki taka undir við hesum. Í dag hava kvinnurnar og døtur teirra, sum eg hitti í Tulsa, mist rættin til abort í egnum stati. Politikararnir í Oklahoma hava ikki avskaffað abort – tey hava útflutt málið til aðrar statir.
Fyri fýra árum síðan tóku føroyingar fulla ábyrgd av lóggávuni, sum umfatar familjurætt. Vit eiga eisini málið um abort. Tíðin er komin til, at vit tora at nerta við tað. Tíðin er komin til, at vit taka okkum av okkara egnu borgarum. At vit lyfta teppið og síggja veruleikan í eyguni. Og dagføra lóggávuna hareftir.
Føroyskar kvinnur fáa abort. Soleiðis er tað, um vit vilja tað ella ei. Og vit eiga at bjóða teimum, sum ynskja tað, eina trygga abort í egnum landi við greiðum mannagongdum og undir skipaðum umstøðum.
Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna