Á aðru hædd í tinginum hanga andlitsmyndir av løgtingsformonnunum í tinginum gjøgnum tíðina. Av teimum hongur ein kvinna uttast. Tað er Marita Petersen. Og í gjár varð málningur avdúkaður á Christiansborg, har Marita, sála, er avmyndað, sum ein av 30 týðandi kvinnum í politikki í ríkinum. Listakvinnan Mie Mørkeberg hevur málað henda flotta og litríka málningin.
Marita Petersen var okkara fyrsta og einasta løgkvinna. Hon var okkara fyrsta løgtingsforkvinna og okkara fyrsta forkvinna í Javnaðarflokkinum. Hon tók við sum løgkvinna í 1993, tá harðast leikaði á. Tá varð sagt í útvarpinum, at tað sást at “ein kvinna skuldi veljast til løgmann”, tí kvinnur vóru møttar upp í tingsalinum. Tað er ongin ivi um, at hon bæði tann dagin, og nógvar dagar og ár seinni, hevur slóðað fyri kvinnum í tingsalinum. Marita Petersen var ein fyrimynd fyri nógvar kvinnur. Tað er hon enn í dag. Og fyrimyndir hava stóran týdning.
Vit skulu ikki gloyma, at tað eru ikki meir enn 39 ár síðan, at fyrsta kvinnan, Jóngerð Purkhús, fekk ein landsstýrissess. Og vit skulu ikki bakka longur aftur enn til 1978, tá fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting, tær báðar Jona Henriksen og Karin Kjølbro.
Gaman í eru vit komin nakað á leið, men tað eru ikki nógv ár síðan, at einans menn stjórnaðu landinum seinast. Heilt stutt síðan, faktiskt. Javna umboðanin hevur nógv at siga, tí vit skulu skapa eitt samfelag, har vit øll trívast, gera okkara skyldur og krevja okkara rættindi. Kvinnur fáa í dag færri børn. Vit hava kvinnuundirskot. Og kvinnur hava ikki í Føroyum fullan rætt at taka avgerðir um egið lív og framtíð.
Sanniliga er nógv eftir at taka hond í, og tíbetur eru nógvar kvinnur, ið bjóða seg fram til júst tað.
Tá Marita Petersen tók við sum løgkvinna, segði hon millum annað soleiðis á tingsins røðarapalli:
“Tað kann ikki sigast, at tað eru í góðum tíðum, at eg taki við hesum starvi. Og ikki ber til at lova, at tíðirnar eru betri, tá hetta skeiðið er úti. (…) Í hesum døgum verður nógv gjørt við at hyggja aftureftir fyri at finna feilir, fyri at finna orsøkir og fyri at finna syndarar. Feilir eru gjørdir. Ongin ivi um tað. Men okur byggja onki upp við at stara eftir hesum. Feilirnir skulu viðgerast, so vit kanska sleppa undan at gera teir somu aftur. Men tað, sum ræður um, er hetta, hvussu okur koma framá. Tað er mín vón, at okur fáa eina ljósari framtíð. Men samstundis er tað mín vón, at okur ikki loypa framav men hava lært av gjørdum mistøkum.”
Tað gleðir meg innarliga at síggja fyrimynd mína á hesum flotta og litríka málninginum, sum nú prýðir Christiansborg. Vónandi koma enn fleiri kvinnur at prýða veggirnar í løgtinginum í framtíðini.