Tað er stórt spell og atfinningarsamt, at Kringvarp Føroya ber tíðindi, ið síðan tey vórðu almannakunngjørd í 2018, eru afturvíst aftur og aftur. Tað verður ikki meir veruligt, bara tí vit endurtaka tað. KVF sigur í tíðindainnslagið í morgun, at plastposin er meir umhvørvisvinarligur enn t.d. bumullsposin, sambært kanning frá DTU og Miljøvarestyrelsen. Ein kanning ið er kritiserað og eitt úttalilsi ið er afturvíst.
Problem:
- Tað sum onkuntíð hendur, at ein plastikkposi endar í náttúruni, er ikki tikið við í kanningina. Kanningin fylgir posanum frá framleiðslu til hann verður brendur á brennistøð.
- Mikroplast er ikki við í kanningini. T.v.s. tá plastposin endar úti í náttúruni kann hann ikki niðurbrótast og verður til mikroplast, ið ongantíð forsvinnur. Ampin av hesum mótvegis náttúru, fólki og vistskipanum kann vera stórur. Tað er ikki tikið við.
- Útalilsi frá Miljøvarestyrelsen, ið hevði bílagt kanningina, er vinklað skeivt og útilukkar heildina. (Tað er bara tikið út frá hvønn skaða framleiðslan hevur á ozonlagið. Kanningin var gjørd á 15 ymisk parametur, har avleiðingarnar á ozonlagið var EIN teirra.)
- Tølini ið eru brúkt í kanningini eru frá 1990unum! Tvs eitt nú áðrenn mann gavst at brúka CFC gassir (freon) í framleiðslu, ið serliga ger seg inn á ozonlagið.
- Tað ber ikki til at gera eina so greiða niðurstøðu út frá EINI kanning. Nógvar ymsar óvissur eru í øllum liðum av slíkum kanningum. Hetta er ikki eitt úrslit, eins og t.d. úrslitini frá altjóða veðurlagsgransking, har eitt ótal av granskingarúrslitum eru savnaði í eini felags frágreiðing, ið sigur nakað um veðurlagið í heila tikið, tí kanningarnar ið siga tað sama eru so nógvar og gjørdar ymiskt.
- Aðrir granskarar finnast at mátanum, kanningin er gjørd upp á, sjá: https://videnskab.dk/naturvidenskab/skal-stofposen-bruges-7100-gange-for-at-vaere-mere-miljoevenlig-end-plastikposen?fbclid=IwAR2KiXiPDSrTNNfK5sB8VQiEIlvFOL19DiJ2rmzMKH5EXMo5LRDaebzMDiA
- Vit skulu í framtíðini verða meir burðardygg. Ein so snævur máti at síggja kanningina peikar á, at vit skulu lata alt vera sum tað er, og at plastikk sum tað verður framleitt og blakað burtur í dag ikki er ein trupulleiki. Tað vita vit ikki er rætt. Minnast tit toskin sum hevði svølgt eitt stórt plastikkílat? Er tað OK?
- Summir bummullsposar eru gjørdir út endurnýttum toyi. Eitt nú teir sum Dugni seymar. Hetta slagið er ikki tikið við.
Tá hetta er sagt, so er eingin ivi um, at verður plast framleitt á óskaðiligan hátt, verður beint til endurnýtslu HVØRJA FERÐ og endurnýtt aftur og aftur og aftur og aftur, so er plastikk ikki so skaðiligt.
Harafturat er mótaídnaðurin og framleiðslan av bumull ein stórur trupulleiki fyri náttúru og umhvørvið.
Men at koma við tíðindum, ið eru afturvíst aftur og aftur fyri tveimum árum síðan, og kalla tey fakta - tað er ikki OK.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin