Júst tá kjakið um abort var á veg at blíva siðiligt og konstruktivt, so stinga hógvarnir undan í valdsmiklu konservativu skýmaskotunum. Allir hugsandi tankar um eina dagføring av lóggávuni skulu nú inn í skápið aftur.
Nú skal óvissa skapast. Nú skal hetta snúgva seg um leiklutin hjá dønum. Og so skal Amnesty International eisini sparkast fyri at gera sítt arbeiði.
Ongar loysnir finnast í høvdunum á hesum valdsmiklu fólkum. Tey hava opinbart ein áhuga fyri abort, men ikki fyri loysnum ella semjum á økinum.
Tað er – milt sagt – ein sabotasja. Í hesum landinum eru tíbetur nøkur fólk, sum vilja fáa vitan og fakta á borðið um eitt mál, sum vit eiga at taka ábyrgd av. Tí har valdar lógloysi. Og har valdar tilvild. Og tá støðan er soleiðis, er eingin tryggleiki hjá føroyingum.
Lítið og einki verður sagt um, hvussu lóggávan skal síggja út. Skal tað vera frí abort í Føroyum? Skal tað vera til 12. viku? Hvørji undantøk skulu vera? Hetta eru evnini, vit eiga at kjakast um. Siðiliga og konstruktivt.
Men summi vilja hava hetta at snúgva seg um ávísar politikarar, ávísar politiskar flokkar, ávísar felagsskapir og ja, Danmark.
Tað ER sabotasja. Tað ER at skumpa málið til síðis. Tað ER at útseta málið í óendaligheit.
Tey allarflestu eru samd um, at lóggávan er avoldað og ótíðarhóskandi. Men tað tænir absolutt ongum at vera smáligur, áleypandi og flyta fokus frá sakini.
Hvønn dag er møguleiki fyri, at ein kvinna verður vanvird í skipanini. Hvønn dag. Meðan vit kjakast um smálutir. Vit skulu kjakast um lóggávuna, og hvat skal broytast í henni. Ikki um so ræðuliga nógv annað.
Abort er ikki eitt einfalt evni, men tað er beinleiðis óbúgvið av vaksnum fólkum at blunda og skjóta heldur enn at lurta, blíva klókari og kjakast siðiliga.
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna