Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv21. januar 2021
Ingilín Didriksen Strøm

Samgongan lovar privatum at tjena uppá bústaðarneyðina

Tað eru nógv fólk í Føroyum í dag, sum fara til arbeiðis hvønn einasta dag frá 8 til 16, men kortini ikki hava ráð til tak yvir høvdið til sín og síni. Tað ber snøgt sagt ikki til hjá hesum fólkunum at gjalda tað, sum tað kostar í dag.

Bústaðarneyðin er ovurhondsstór, og stóri eftirspurningurin trýstir prísirnar í loft. Ikki bara í Havn men kring alt landið.
 
Bygdu vit nógvar fleiri almennar leigubústaðir, so kundu vit tikið eitt sindur av trýstinum. Samstundis gjørdu vit tað møguligt hjá vanligum fólkum eitt leiga sær ein bústað. Eg tosi ikki um luksus.
 
Eg tosi um eitt trygt og støðugt heim.
 
Tað má vera okkara mál, at vit kunnu liva fyri tað lønina vit fáa fyri púra vanlig fulltíðar arbeiði. Kunnu vit gera tað við at lata marknaðin ráða? Nei, tað sær tað ikki út til at vit kunnu. Og nú ætlar samgongan at gera tað enn truplari fyri hesi fólkini, tí mann ætlar at hækka leiguna í Havn, Runavík og Klaksvík.
 
Samgongan vil heldur nøkta tørvin hjá nøkrum fáum privatum aktørum fyri at tjena pengar, heldur enn at nøkta tørvin hjá vanligum fólki at fáa tak yvir høvdið.
 
Fyristillið tykkum, at vit renna kapp. Vit standa við startlinjuna. Fyrst dragna tey lágløntu afturúr, síðani tey miðalløntu og fremst renna tey, sum frammanundan hava nokk. Á síðulinjuni stendur landsstýrið og bjóðar teimum fremstu okkurt at leska sær við, so tey orka meira, meðan tey aftastu verða gloymd. Alt meðan Føroyar tapir kapprenningina við grannalondini.
 
Tað er stutt tíð síðan, at vit høvdu eitt RISA stórt problem við fráflyting, og vit hava enn eitt problem við aldurssamanseting - vit blíva fleiri eldri enn ung í framtíðini. Tí skulu vit syrgja fyri, at fólk ikki aftur flyta av landinum, tí tey ikki hava nakað so grundleggjandi sum ein bústað.
 
Vit skulu øll vera her, tí vit hava øll okkara at geva til samfelagið. Eg vildi ynskt, at bústaðarpakkin frá landsstýriskvinnuni ið var til 1. viðgerð í løgtinginum í dag legði upp til, at vit øll skulu kunna fáa eitt trygt heim, heldur enn lata privatar aktørar tjena upp á bústaðarneyðina hjá fólki.