Tú fert ikki at geva einum alkoholikara øl, so hann ikki drekkur snaps. Eins og vit í føroyum ikki skulu leita eftir olju fyri at fáa fígging til at sleppa undan at brenna olju.
Hvat er tað, landsstýrið vil?
Sum eg skilji tað, so vil landsstýrið seta hol á eina oljuvinnu í Føroyum. Men tað sær eisini út til, at landsstýrið vil erpa sær av at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk. Hendan framfýsna politikk hava vit einki sæð til enn, men dyrnar til oljuleiting í føroyskum øki standa víðopnar til oljufeløgini at gera sær dælt av.
Tað hoyrir ikki framtíðini til at fara undir oljuvinnu í Føroyum. Heldur átti landsstýrismaðurin í orkumálum at tikið sær um reiggj og komið við nøkrum ítøkiligum átøkum, ið minka um kolosala orkutørvin, og gera okkum leys av oljuni skjótast gjørligt. Hetta kann skapa nýggj, varandi arbeiðspláss og vitan í varandi orkuframleiðslu.
Føroyar sum undangonguland - ikki oljutjóð
Í Føroyum erpa vit okkum av at vera nærri náttúruni enn onnur lond. Í øllum førum í marknaðarføringini til umheimin. Bæði tá tað snýr seg um alivinnu og ferðavinnu, leggja vit okkum týðiliga eftir at selja Føroyar sum eitt óspilt náttúruøki; at vit selja laks beint úr náttúruni. Hvussu passar hetta saman við, at vit gerast ein oljutjóð? Tað gongur beint móti øllum, ið vit vilja hava umheimin at halda um okkum.
Føroyar kunnu vera eitt undangonguland, tá tað snýr seg um varandi orku. Vit eru fá, umleggingin kundi gingið skjótt, um mann tvørtur um politiskar flokkar setti sær fyri, at vit skulu minka um orkutørvin og leggja um til varandi orku. Til tess krevst IKKI, at vit fara undir at bora eftir olju. Heldur øvut. Til tess krevst, at veittra farvæl til oljuna. Men tað er trupult, tá mann hevur við eina so ovurstóra vinnu sum oljuvinnuna, ið rópar eftir einum.
Vit eiga at vera klókari og rættvísari enn at leypa í við báðum beinum fyri eina skjóta innspræning í búskapin, ið ikki er varandi, og tí verður ein stokkut gleði. Innspræningin kann senda kostnaðarstøðið til himmals fyri vanliga føroyingin, um vit ikki umsita tilfeingið rætt.
Vit vita, at um vit skulu halda París sáttmálan og halda upphitanina av klótuni undir tveimum hitastigum, skulu minst tveir triðingar av teimum lívrunnu brennievnunum, ið longu eru funnin, verða liggjandi.
Tað er ikki tað lættasta at gera at velja burðardyggar loysnir, men tað er tað rættasta at gera. Eg skilji væl, at tað tykist møtismikið. Men um vit vilja, at heimurin skal vera í nøkulunda standi, tá børn og ommubørn okkara skulu búgva her, so noyðast vit at reisast úr bleytu sofuni og hugsa nýtt.
Stendur tað til mín, negla vit hurðina til oljuleiting í Føroyum við sjeytummaseymi.
Ingilín Didriksen Strøm