Fólk skulu sleppa ókeypis fram at síni egnu løn. Sjálvandi.
Í fjør løgdu vit í Javnaðarflokkinum uppskot fram um at tryggja fólki lætta og ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur. Tað er lógarkravt, at øll, sum fáa løn ella almenna veiting, skulu hava eina lønarkontu hjá einum av privatu bankunum. Vit sleppa ikki undan. Søguliga hava privatu bankarnir og skattaskipanin samstarvað um at tryggja hesi útgjøldini. Í seinastuni er tað blivið verri at sleppa fram at pengunum í bankunum; færri deildir eru úti um landið, færri sjálvtøkur og ymisk ómaksgjøld eru løgd á púra grundleggjandi bankatænastur. Tjenar tú til dømis minni enn eitt ávíst, skalt tú í onkrum banka betala fyri eina lønarkontu. Tað vendur púrasta skeivt. Var talan um eina aðra privata fyritøku, har viðskiftafólkini ikki vóru nøgd við tænastuna ella prísstøðið, so kundi mann valt fyritøkuna frá og aðra fyritøku til. Støðan í føroyska fíggjarheiminum er tann, at burtursæð frá teimum smáu peningastovnunum hava vit nakað, sum líkist einum duopoli við tveimum stórum peningastovnum í Føroyum. Kapping einsamøll loysir ikki hetta problemið. Tað er neyðugt hjá politisku skipanini at halda eitt vakið eyga við marknaðinum og loysa trupulleikan.
Í dag viðgera vit eitt uppskot frá Tjóðveldi um ókeypis almenna lønarkontu. Sjálv haldi eg, at tað hevði verið munandi lættari, bíligari og skjótari at sett krøv til bankarnar. Almenn lønarkonto hevði allarhelst kravt pening og arbeiði til at stovna og umsita. Men stendur valið ímillum at leggja fleiri og dýrari gjøld á føroysku borgararnar ella at stovna almennar og ókeypis lønarkontur, so velji eg tað seinna. Um bankarnir ikki kunnu lúka treytirnar um ókeypis grundleggjandi bankatænastur, og løgtingið ikki vil áleggja bankunum tað, so hava vit ikki annað val enn at geva fólki møguleika at stovna sær eina almenna lønarkontu. Tað kann ikki vera rætt, at vit við lóg áleggja fólki at brúka ein part av lønini til at fáa lønina út.