Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv17. oktober 2022
Ingilín Didriksen Strøm

Javnaðarflokkurin vil vera partur av heiminum

Tað er nógv, vit kunnu taka til okkum, og nógv er at samstarva um. Ikki bara í Danmark. Eisini í Arktis, øðrum Norðurlondum og altjóða samstarvi, sum fólkatingssessurin gevur atgongd til. Summi gera hetta valið til ein spurning um Føroyar og Danmark, men eg eri sannførd um, at tað tænir okkum best at hava eitt størri perspektiv.

Vit vilja læra av øðrum. Vit vilja fáa íblástur. Vit vilja ikki pakka okkum niður í ein lítlan kassa. Fólkatingssessurin er ein góður pallur til altjóða vitanardeiling og samstarv. Nakað, vit hava meir tørv á enn nakrantíð við kreppunum, ið standa í kø.
 
Tað er nógv, vit kunnu taka til okkum, og nógv er at samstarva um. Ikki bara í Danmark. Eisini í Arktis, øðrum Norðurlondum og altjóða samstarvi, sum fólkatingssessurin gevur atgongd til. Summi gera hetta valið til ein spurning um Føroyar og Danmark, men eg eri sannførd um, at tað tænir okkum best at hava eitt størri perspektiv. 
 
Hvussu kann fólkatingslimurin upplýsa um Føroyar? Hvat kunnu vit læra av øðrum londum? Og ikki minst - hvussu kunnu vit ávirka heimssamfelagið at taka størri stig á eitt nú umhvørvisøkinum?
 
Ofta verður sagt, at Føroyar eru ov lítlar til at gera nakað við veðurlagskreppuna. Og jú, Føroyar eru lítlar, men okkara stødd er júst ein fyrimunur, tá tað kemur til at finna og royna loysnir á veðurlags- og margfeldisøkinum. Til skjótt at fremja eitt stórt skifti. Tað eiga vit at síggja sum ein fyrimun heldur enn at gera okkum minni enn vit veruliga eru og skúgva ábyrgd frá okkum. 
 
Veðurlagskreppan er altjóða. Tað er ikki lokalpolitikkur. Fólkatingssessurin er eitt slag av altjóða palli, og tað er við hesum í huga, at Javnaðarflokkurin skal samstarva og koma fram til góð úrslit við sessinum. 
 
Ingilín D. Strøm, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin