Ingilín Didriksen Strøm
03. oktober 2023
Ingilín Didriksen Strøm

Hvussu nógv er ein børkubóndi verdur?

Røða sum Ingilín D. Strøm helt á Náttúruráðstevnuni hjá FNU 3. oktober 2023.

Smyrilsurt, tyrilshattur, skaldabrobber og børkubóndar. Eg hoyri røddina á mammu míni fyri mær, tá hon leiddi meg sum smágenta á túrunum niðan til Bjarghyl í Vestmanna, og lærdi meg nøvnini á blómum og grøsum, sum vit komu fram á. Stuttligu nøvnini fingu hugflogið í gongd, og eg snikkaði saman lítlar søgur um blómurnar í høvdinum og festi tær á blað, tá vit komu heim.

Náttúran hevur altíð havt ótrúliga jaliga ávirkan á meg. Bæði sum barn og enn meira nú sum vaksin. Tað er eisini vísindaliga staðfest fleiri ferðir, at vit menniskju trívast best, tá vit búgva tætt upp at náttúruni. Vit eru minni strongd og hava lættari sinni. Men náttúran er ikki bara til linna fyri okkum menniskju. Hon er grundarlagið undir øllum tí, sum vit framleiða og øllum tí ið vit eru. Hon tryggjar okkum fríska luft, reint vatn og mat á borðið. Men tað ger hon bara, um hon er í javnvág. Vit menniskju hvíla á, at náttúran er í javnvág, men veruleikin er, at vit eru farin av sporinum og hava verið á skeivari kós í alt ov langa tíð. 

Hvønn dag doyggja fleiri hundrað djóra- og plantusløg út kring heimin, vistskipanir detta sundur og veðurlagsbroytingarnar gera náttúrustøðuna verri. Eg veit, at tað ljóðar sum dómadagsprofeti, og eg veit, at tað ikki er serliga stuttligt at verða mint á tað. Men uttan mun til, hvussu óbehagiligt tað er, so ber tað ikki til at sópa veruleikan undir gólvteppið. Tað minkar burtur av náttúruni, og tað hevur tað gjørt leingi.

Men kunnu vit ímynda okkum eitt gott og innihaldsríkt lív uttan til dømis børkubóndar? Leggja vit nakað í, um vit mangla hatta eina slagið av flugu, sum einaferð helt til her á oyggjunum? Hava vit ikki nokk av øllum møguligum øðrum? Kanska. Men í stóru myndini hava handan eina blóman ella handan eina flugan týdning. Tí tað er heildin sum er avgerandi fyri, at alt er í javnvág. Verðin snarar ikki runt um okkum. Vit snara runt við verðini.  

Vit mugu venda gongdini. Og vit politikarar, sum eru vald at taka avgerðir, mugu taka ábyrgdina á okkum.

Tíbetur kunnu vit gera nakað. Og tíbetur gera vit nakað - bæði altjóða og her heima.

 

Altjóða semja um týdningin av náttúruvernd

Ein varði á vegnum varð reistur í fjør, tá heimsins lond hittust á COP 15 náttúruráðstevuni í Montreal, har tey undirskrivaðu eina søguliga avtalu. Avtalan verður kallað Kunming sáttmálin og er á støði við París sáttmálan, sum vit kenna frá veðurlagsarbeiðinum. Kjarnin er ein semja um altjóða karmarnar fyri burðardyggari nýtslu av náttúruni umframt vernd og endurbøting av vistskipanum áðrenn 2030. Harafturat leggur avtalan dent á týdningin av, at avgerðir ikki verða tiknar uttan um tey fólkini, sum búgva á teimum virðismiklu náttúruøkjunum kring heimin; at fígging til arbeiðið skal finnast á fleiri frontum og at samstarvið millum lond skal styrkjast. Hetta eru stór mál, men ikki ómøgulig mál. Og mest av øllum eru tað neyðug mál, sum vit eisini mugu arbeiða fyri í Føroyum. Tí havi eg sett gongd á arbeiði at kanna, hvussu vit ítøkiliga kunnu taka undir við sáttmálanum her heima. Hvat krevst, og hvussu langt er á mál.

Verksetanin av Kunming sáttmálanum krevur fyrst og fremst politiskan vilja og áræði frá heimsins londum. Vit mugu viðurkenna, at tað at verja náttúrufjølbroytni ikki er eitt val, men nakað, sum er alneyðugt. Málið er at fáa staklutirnar inn í lóggávuna, skapa neyðuga og manglandi vitanargrundarlagið so vit kunnu tryggja, at náttúran verður vard tvørtur um geirar og samfeløg.

 

Hvat gera vit í Føroyum?

Tá eg fyrstu ferð stillaði upp, var tað millum annað fyri at geva náttúruni eina rødd í politisku skipanini. Tí eri ótrúliga fegin um, at tað í mai mánaði eydnaðist at samtykkja eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd. Tilgongdin hevur verið drúgv, og skiftandi landsstýrisfólk á økinum hava arbeitt við líknandi lógum. Longu í ár 2000 varð ein arbeiðsbólkur settur at lýsa støðuna og lógir á millum annað náttúruverndarøkinum og at koma við uppskotum um ábøtur. Í frágreiðingini, sum arbeiðsbólkurin læt úr hondum árið eftir, varð staðfest, at náttúrufriðingarlógin frá 1970 als ikki nøktaði tørvin á náttúrufyrisiting í Føroyum. Mælt varð longu tá til at gera eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg og at raðfesta altjóða avtalur á náttúru-og umhvørvisøkinum. Síðan hevur í fleiri umførum verið arbeitt við at fáa til vega eina føroyska náttúruverndarlóg men av ymiskum orsøkum hevur tað ikki borið á mál. 

Men hin 15. mai í ár eydnaðist tað umsíðir og 1. januar 2024 kemur nýggja náttúruverndarlógin í gildi. Eg gleðist um, at uppskotið varð samtykt við tryggum meiriluta og ikki minst, at samgongan og partar av andstøðuni stóðu saman um málið. Tað hevur nógv at siga fyri støðufesti, nú vit eru farin undir at skipa náttúrufyrisitingina, sum í tí dagliga skal arbeiða við støði í nýggju lógini.

Við hesi lógini fáa vit neyðugu amboðini at verja náttúruna grundað á ta stóru vitan, sum fakfólk á náttúrustovnum okkara framleiða hvønn dag. Men skulu vit fáa náttúruverdarlógina at eydnast til fulnar krevur tað harumframt tætt samstarv millum fleiri partar, og nógv meir arbeiði við at kortleggja hvørjum standi náttúran er í. Vit skulu vita, hvat vit gera, fyri at verja. Og samstundis sum vit byggja á fakliga vitan skulu vit eisini taka vitanina við, sum fólk kring landið situr inni við. Tað eru fólk, sum hava sína dagligu gongd í náttúruni, sum eru góð við náttúruna, og sum síggja, hvussu hon broytist. Kunnu vit fáa alla vitan til vega og finna ein felags leist til at verja náttúru okkara, so hon er burðardygg langt inn í framtíðina, so hava vit vunnið.

Soleiðis framtíðartryggja vit bæði náttúru og vælferð okkara men eisini mentanararvin kring oyggjarnar.

 

Náttúra og veðurlag hanga óloysiliga saman

Tað ber ikki til at tosa um náttúruvernd uttan at tosa um veðurlagsbroytingar ella umvent. Tí náttúrukreppan og veðurlagskreppan hanga óloysiliga saman. Bæði tá tað kemur til veðurlagsregulering, mótstøðuføri hjá vistskipanum og veðurlagstillaging. Náttúran bindur CO2 og gevur soleiðis sítt íkast til at minka um vakstrarhúsgass í luftini. Og tess fleiri sløg av plantum vit hava, betur er mótstøðuførið móti veðurlagsbroytingum. Í økjum, har náttúrufjølbroytnið er stórt, vísir tað seg at vera lættari hjá plantunum at tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar og at varðveita umráðandi vistfrøðiligar funktiónir, sum eru avgerandi fyri matvøruframleiðslu. Samstundis hava veðurlagsbroytingarnar ringa ávirkan á náttúrufjølbroytnið.

Herfyri greiddi Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, frá, at methøgi hitin í sjónum, ikki er góður fyri ta vistskipan, sum vit kenna í Føroyum. Broytingarnar í vistskipanini hava ávirkan á liviumstøðurnar hjá millum annað toskinum á landgrunninum og fara helst eisini at ávirka føðina hjá sjófuglinum, sum heldur til her heima.

Sum heild gera broytingar í hitastigum og avfalli liviumstøðurnar hjá djórum og plantum verri kring heimin. Fátækari náttúra og veðurlagsbroytingar styrkja soleiðis vandarnar á báðum økjum. Tí mugu vit alla tíðina arbeiða við at seta inn á bæði veðurlagsøkinum og náttúruøkinum samstundis. Bæði fyri náttúru, veðurlag og vælferðina hjá okkum menniskjum.

 

Nú venda vit gongdini saman

Útlitini eru døpur, men nú mugu vit venda gongdini saman! Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár er útlátið av vakstrarhúsgassum minkað.  Tað vísir, at vit eru á veg á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja eina munandi minking komandi árini. Bara í ár fremja vit 7 av teimum 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið hevur samtykt. Og næsta ár fremja vit minst 10 afturat.

Millum annað hava vit sett í gildi stuðul til at burturbeina gomul oljufýr tá mann skiftir til elrikna skipan, og næsta ár fara vit undir at gera reglur fyri invasiv sløg, so skjótt sum náttúruverndarlógin kemur í gildi. Vit fara eisini undir endurbøting av Sundshaga og í síðstu viku fóru vit undir at skráseta og kortleggja okkara vátlendi.

At samtykkja eina náttúruverndarlóg er tungt tak. At veita stuðul til at burturbeina gomul oljufýr er ein skjótt syftur seiður. Vit mugu gera bæði.

Og hvørja ferð vit – bæði politikarar, myndugleikar, náttúruumsitarar og einstaklingar – taka smærri tøk fyri náttúruna, gera tey stóran mun í samlaðu heimsmyndini. Eg havi sett mær fyri at fremja so nógv mál sum yvirhøvur gjørligt í sessinum við ábyrgd fyri nátturu- og veðurlagsmálum. Og eitt mítt fremsta mál er, at øll hava møguleikar at vera við í hesum arbeiði. Hálønt, láglønt og miðallønt. Ung og gomul. Á bygd og í býunum. Og at vit ogna okkum vitanina ið er neyðug fyri at verja okkara náttúru, sum vit veruliga hava tørv á, og taka stigini at verja.

Eg ynski mær innarliga, at komandi ættarlið sleppa at uppliva sama náttúruríkidømi, sum eg vaks upp í. At eg kann fara ein túr í hagan við ommubørnunum at vísa teimum smyrilsurt og børkubónda. Og eg ynski mær innarliga, at komandi ættarlið sleppa at vaksa upp í sama vælferðarsamfelag, sum eg vaks upp í. Tí skulu vit verja børkubóndan.