Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv29. oktober 2021
Ingilín Didriksen Strøm

Hvat skal løgmaður siga við verðina á COP26?

Hann hevur ongan samtyktan veðurlagspolitikk at vísa fram. Hann hevur ikki tær stóru ambitiónirnar á økinum.

Alt er enn ein “politisk forhandling”. Í øðrum málum setir mann sær eina politiska kós og mál. Men á veðurlagsøkinum tykist ongin kós vera, og uttan hana koma vit ikki á mál.

Løgmaður kann í besta føri fáa onkur góð hugskot á COP26, sum seinni helst verða avvíst ella gerast minni framfýsin av svørtu samgonguni.
 
Tá verðin spyr, hvat vit ætla at gera, kunnu vit siga, at møguleikarnir og føgru orðini eru nógv, men einki er samtykt. Sjálvt ikki ætlanirnar fyri, hvat vit møguliga kunnu gera, eru samtyktar.
 
Vit skulu hava bindandi veðurlagspolitikk og lóg nú.
 
Og jú longri, vit bíða, meira víttfevnandi og ambitiøsur skal politikkurin vera. Størri verður rokningin, sum vit senda víðari til okkara børn og komandi ættarlið, sum fáa ein ótryggari heim í vøggugávu. 
 
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna