Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv12. november 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Hvat land lata vit í vøggugávu?

Røða í sambandi við 1. viðgerð av Náttúrumargfeldislógini 11. novembur 2019.

Vit viðgera Náttúrumargfeldislógina. Talan er um eina rammulóggávu, har ásetingar kunnu setast við kunngerð. Í sjálvum sær og heila tikið fer lógin at krevja, at atlit verður tikið til náttúruna, tá vit gera inntriv í hana.

 

Í Føroyum bora vit, sprongja, velta, taða, asfaltera, byggja, ala og fiska. Vit vaksa, tjena pengar, keypa, útflyta, innflyta, koyra og upphita. Vit vera fleiri og eldri. Men hetta snýr seg ikki um okkum.

 

Omma mín arbeiddi í handlinum hjá Palla í Vestmanna. Hon hevði fimm børn og eina bukku at tøma á sjógv. Børnini brúktu øll toyblæur, ið skuldu kókast eftir brúk. Omma gekk sjálvandi eftir mjólk frá bóndanum. Tá klæðini hjá børnunum vóru ov lítil, vórðu tey seymað um, einki varð koyrt burtur í heila tikið. Tey ótu fisk, epli og onkuntíð kjøt. Skuldu tey úr bygdini, tóku tey rutubilin til Kollafjarðar at vitja familju, og rutan fór, tá bilurin var fullur. Mamma mín minnist týðiliga tvey ting úr hennara barndómi: tá tey fingu sentralhita í 60unum, og tá vesið varð sett upp í 50unum.

 

Eg minnist eisini týðiliga tvey ting úr mínum barndómi: tá vit fingu parabol, og fyrstu ferð eg smakkaði eina stjørnufrukt.

 

Vit hava flutt okkum langt upp á øðiliga stutta tíð. Mamma og omma mín hava gjørt alt fyri, at vit kunnu sita her í dag, rein, frísk, heit og við øllum hentleikum, møguleikum, ja øllum heiminum víðopnum framman fyri okkum. Vit hava eitt framkomið sjúkrahúsverk, dagstovnar, skúlaverk. Vit kunnu fara oman í Miklagarð at keypa eina múslibarr úr Kanada og ingifer úr Peru. Vit skrúva hitan upp, tá vit eru køld, og niður, tá vit eru heit. Vit koyra okkara egnu bilar, og kunnu fara har vit vilja, tá vit vilja.

 

Vit eru komin heilt ótrúliga langt. Men tað er ikki varandi, og tað vita vit væl av. Vit vita, at tey ættarliðini, sum koma aftan á okkum fáa ikki somu umstøður. Tí mugu vit nú royna okkurt nýtt. Og tað er tað, tað handlar um. Vit byggja okkum størri, sterkari og meir framkomin, og tí okkara náttúrutilfeingi er avmarkað, so gera vit tað upp á bekostning av náttúruni. Og vit vita tað væl.

 

Uppskotið var fyrstu ferð klárt at leggja fyri tingið 6. mars 2019. 26 hoyringsskriv vóru komin inn. Størsti parturin, 15 teirra, gleddist um uppskotið og viðurkendu, at stórur tørvur er á eini slíkari lóg. 7 hoyringsskriv fyrihildu seg relativt neutral, meðan 3-4 hoyringsskriv vóru skeptisk.

 

Tað góða við hesi lógini er, at hon er ein rammulóg, heldur enn at vera altumfevnandi, sum vit kunnu byggja upp á og leggja til rættis eftir tørvi. Uppskotið er ikki lýtaleyst, men fær tað eina góða viðgerð í rættarnevndini, so átti tað at verið gjørligt at finna semju við teir bólkar, sum kenna seg ótryggar við lógaruppskotið.

 

Vit kunnu fara í heilt kyniska hattin og siga, at náttúruvernd snýr seg um fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu. Tí okkara ríkidømi er ikki endaleyst, og sum føroyingar er náttúran okkara búskaparliga livigrundarlag.

 

MEN tað snýr seg eisini um eitt annað slag av ríkidømi, ið ikki kann metast í krónum og oyrum. Tað er mentanararvur, samfelagsbygnaður, etikkur og moralur. Tí hvat eru føroyar ella føroyingar uttan okkara náttúrumargfeldi? Súlur í spreingileidningareiðrum, havhestaungar við stórum plastikpettum í maganum. Tað er ræðandi og fremmandagerandi. Og vit kunnu ikki kveistra frá okkum, at vit mugu taka ábyrgd fyri tey, sum ikki eru her í dag - okkara børn, ommu og langommubørn. Hvat land ætla vit at lata teimum í vøggugávu? Tí vit eiga ikki eitt petti av landinum, vit læna tað bara, inntil onnur taka yvir. Sum nú er sløkkja vit eldar, tá teir uppstanda, heldur enn at fyribyrgja og virða, og tá er skaðin longu hendur, plastikkfiltrini eru longu í sjógvinum, oljan er longu likin út í jørðina.

 

Tað snýr seg eisini um heilsu. Fremsta enska tíðarriti innan fólkaheilsu, Lancet, vil vera við, at náttúru og umhvørviskreppan er størsta hóttanin móti fólkaheilsu í dag. Hetta á alheimsstøði við manglandi atgongd til reint vatn, ovurhita og ógvusligum veðurfyribrigdum. Men sanniliga eisini her hjá okkum.

 

Vit eru undir øktum trýsti sálarliga. Lívsstílssjúkur gera meir um seg. Fleiri fólk eru nærsýnt. Altjóða gransking vísir, at linnan og loysnir eru at finna í sambandinum við náttúruna, ið kann økja okkara kreativitet, lækka stresshormon, blóðtrýst og gera, at vit koma okkum skjótari á sjúkhúsi.

 

Nøkur meta, at vit føroyingar duga væl at virða náttúruna og fara væl um. Og tað er rætt,  eingin ivi um tað, at í heila tikið røkta einstakir føroyingar náttúruna við virðing. Men tað er nakað tað sama sum at siga, at vit ikki skulu hava nakra lóggávu um, at tað er ólógligt at stjala, tí føroyingar líta á hvønn annan og stjala ikki, nógv hava hurðarnar standandi opnar, tá tey fara til arbeiðis. Verandi lóggáva er frá 1970. Ein serfrøðingabólkur frá 2001 kom fram til, at náttúrufriðingarlógin als ikki nøktar tørvin, ið er á eini náttúrufyrisiting í dag, og at friðingarnevndirnar als ikki fáa gjørt nakað við t.d. landslagsbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki-sjónligar broytingar sum t.d. oyðing av vøtnum.

 

Eg eri glað fyri, at landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálum hevur sagt seg vera fyri eini margfeldislóg, og eg vóni, at vit kunnu finna eina semju við hesum uppskotinum.

 

Sosialistisk ung, Unga Tjóðveldi, Framsøkin Ung og Unga Samband mæla løgtinginum til at samtykkja hetta uppskotið í skrivi frá 14. septembur. Tað skilji eg væl, tí náttúruoyðing er alsamt veruligari í teirra verð, enn her í løgtinginum og landsstýrinum við einum væl hægri miðalaldri.

 

Tað handlar eisini um, at ein fjølbroytt og margfeld náttúra heldur meir koltvíiltu enn ein týnd og einstáttað náttúra.

 

Við Náttúrumargfeldislógini staðfesta vit, at náttúran í sær sjálvari hevur stórt virði, og vit krevja, at atlit mugu takast, áðrenn inntriv verða gjørd, og at hesi eru grundað á vitan. Tí tað handlar eisini um, at vit mugu staðfesta vitan um náttúruna fyri at kunna taka burðardyggar avgerðir.

 

Omma og mamma mín royndu at skapa eina betri framtíð fyri meg. Nú skulu vit gera tað sama fyri komandi ættarlið. Og margfeldislógin er ein góð byrjan.

 

Takk fyri.