Tað er gott at hava góðar ætlanir, men tað er alneyðugt at hava ítøkilig boð uppá loysnir, skal politikkurin gera mun. Samgonguskjalið hjá nýggju samgonguni sigur nógv av tí rætta, men loysnirnar eru so úrtøkiligar og mótsigandi, at eg veit als ikki, hvat nýggja samgongan vil. Hvat er planurin: vøkstur ella burðardygd?
Áhaldandi búskaparvøkstur
Peningaligur vøkstur er góður. Tað hava vit leingi hildið; treytaleyst. Mátistokkurin fyri, um samfelagið er í mótgongd ella viðgongd, hevur verið um BTÚ peikar upp ella niður. Í samgonguskjalinum fyri 2019-2023 er hesin sami vøkstur høgt í metum, ætlanin er “áhaldandi búskaparvøkstur.” Pílarnir uppeftir hava verið ein lætti hjá teimum, ið hava verið rakt av fíggjarkreppunum her á landi og í restini av heiminum. Tí so leingi vit vaksa, er alt enn í lagi. Gongur tað hinvegin, so eru vit kanska nærri einum samanbroti. So eg skilji væl hesa tráanina eftir vøkstri. Trupulleikin er bara tann, at ein viðspælari meldar seg á banan nú, og hann víkir ikki. Talan er um tað, ið vøksturin í størstan mun kemur úr - tilfeinginum, náttúruni og umhvørvinum.
Og her er feilkoplingin, ið verður sjónligari og sjónligari. Búskapurin nørist av jarðarinnar vistskipanum, sum ikki vaksa seg størri, men eru avmarkaðar. Vøksturin í búskapi er ikki avmarkaður. Hann etur spakuliga av náttúruni og at enda svølgir hann hana heilt. Tí er endaleysur vøkstur í samráð við náttúruna ein mótsøgn. Hetta siga m.a. búskaparfrøðingarnir í World Bank, Herman E. Daly and Dr. Kenneth N. Townsend.
Grønari og burðardyggari samfelag
Samgonguskjalið sigur eisini, at vit skulu “føra ein framfýsnan orku-og umhvørvispolitikk”. Tað boðar frá góðum! Tó verður ábyrgdin løgd á vinnuna og borgaran, tí “fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar og vinnan samstarva”. Eg sigi ikki, at tað ikki passar, men tað er samstundis at kasta ábyrgdina frá sær. Og tað er hesum hugsanarháttinum vit skulu burtur frá og gera broytingar, sum gera tað lætt at liva burðardygt. Tí ovurstóra forbrúksmentanin er tað, ið hevur fingið okkum í hendan trupulleikan.
Einasta ítøkiliga ætlanin, ið vit vita um enn, er ætlanin at skilja elnetið hjá SEV. Hetta er kanska eitt fínt hugskot, men tryggjar hvørki lægri prís (vísir kanning, ið Dansk Energi hevur gjørt fyri SEV) ella skjótari umlegging. Men mann kann vóna.
Gleðiligt er, at margfeldislógin verður tikin upp á talu aftur. Tó skal hon einaferð enn “lagast til føroysk viðurskifti” . Hetta hóast tað longu er gjørt, og Umhvørvisstovan eitt nú longu er farin undir arbeiðið at savna ta vitan, ið skal til fyri at lógin kann virka til fullnar. Her er einki at bíða eftir.
Almennir bygningar skulu “í mest møguligan mun hava grønar orkuloysnir”. Tíðin er farin frá hesum. Tað almenna skal ganga á odda.
Nærum helvtin av útlátinum er á sjónum. Her er ætlanin, at flotin skal endurnýggjast. Eg vóni, at krøv verða sett til endurnýggjanina, at útlátið verður skert í stóran mun, at filtur skulu skilja mest skaðandi evnini burtur, og at skipini sigla við minst dálkandi evnum yvirhøvur. Eisini skip, ið koma til Føroya at bunkra o.a.
Eru trø loysnin?
Ætlan er eisini um træplanting. Vit vita, at um øll koltvíiltan í lofthavinum í dag skal súgvast í trø, skulu vit planta allan norðuramerikanska heimspartin í trøum. Við tí sigi eg ikki, at tað als ongan mun ger at planta trø. Tað kann vera lekjandi bæði so og so! Men eg kundi hugsað mær, at ansað verður eftir, hvat vit planta. At royna at menna nøkur upprunaøki, har tey plantusløg í Føroyum, sum í stóran mun eru ógvuliga hótt, kunnu vaksa. Margfeldi í náttúruni heldur meir koltvíiltu, enn ein einstáttað náttúra og er lívsgrundarlag undir føroyskum djóralívi. Harumframt skal váta lendið nógvastaðni í Føroyum drenast, um ætlanin er at planta trø. Hesi lendi halda eisini meir koltvíiltu enn turrlendi.
Náttúran sigur stopp nú!
Trupulleikin við dálking skal “loysast fyribyrgjandi”. Hetta er eisini eitt gott hugskot. Men hvat so við teirri dálking, ið longu er farin fram? Hvussu loysa vit trupulleikarnar við deyðasjógvi, plastdálking og oljudálking, ið er farin fram í nógv ár?
Einstein segði, at tað, sum fekk okkum í eina støðu av fyrstantíð, ikki er loysnin til hvussu vit kunnu koma úr henni aftur. Ætlanin um buðardyggan vøkstur verður ofta grundgivin við, at vit mugu hava vøkstur fyri at gjalda fyri grøna umlegging. Men tað er nú vit siga stopp. Tað er nú náttúran sigur stopp! Vit hava ongan møguleika uttan at gera broytingarnar nú, og við tíðini fer hetta at loysa seg best fyri náttúru, menniskju og búskap. Tíðin er komin til at vit fáa sett eina ordiliga veðurlagslóg í verk í Føroyum. Soleiðis seta vit krøv til umhvørvisvernd tvørtur um samgonguskeið, so vit fáa varandi broytingar rætta vegin.
Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin