Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv25. mars 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Góðan móðurmálsdag

Í dag halda vit móðurmálsdag í Føroyum. Tað gera vit, tí 25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, ið saman við øðrum evnaði føroyska skriftmálið. Áðrenn Hammershaimbs stavseting hevði ymiskt verið skrivað á føroyskum; eitt nú kvæði, orðabók og Matteusarevangeliið. Hetta varð alt skrivað í ljóðfrøðiligari stavseting, tað vil siga soleiðis, sum tað varð sagt, eitt nú við ymsum málførum. Tá vit fingu skriftmál, vóru øll tí eins fyri málinum, og málið var eins fyri øll.

Móðurmálið er ikki nakað, ið er endaliga fest í stein, og sum skal vera soleiðis, sum tað altíð hevur verið. Tvørturímóti skal málið liva og broytast, eins og vit, tí annars hevur tað ikki lív lagað. Í Føroyum eru vit framman fyri nógv onnur mál, tá ið tað kemur til at geva nýggjum tólum og fyribrigdum nýggj føroysk heiti. Hesi heiti verða evnað á nýggjum ella evnað úr eldri orðum, ið onkusvegna hóska til. Eitt nú orðið “fløga”, ið bæði merkir lag av hoyggi í sátu, ella ein lítil rund pláta við tónleiki. Ella orðið “geymi”, ið er ein goymslueind - vit kunnu leggja okkum eitthvørt í geyma, ella flyta dátur av eini teldu á ein geyma.

Heimurin skapar málið, men málið skapar eisini heimin. Tí er tað týdningarmikið, at vit áhaldandi hava orð at lýsa kenslur, ting og fyribrigdi. Finnast orðini ikki á føroyskum, so læna vit orð úr øðrum málum. Hetta ger bendingar, úttalu og stavsetingar fløkjasligari, tí tey útlendsku orðini ikki hóska til føroyska málið. Av tí sama gerst eisini truplari at læra málið, tí frávikini frá meginreglunum eru so mong.

Heimspekingurin Wittgenstein segði í 1917, at “mørkini í mínum máli eru mørkini í mínum heimi”. Nýliga hevur eitt nú málfrøðingurin Boroditsky lýst, at vit hugsa ymiskt, alt eftir hvat mál vit tosa. Tí er eingin ivi um, at vit áhaldandi mugu lívga um móðurmálið. Í dag er størsta avbjóðingin samanrenningin millum tøkniliga heimin og føroyska málið. Vit ferðast øll nógv í einum heimi, sum í stóran mun ikki er á føroyskum. Málráðið heitir tí um at fáa talu-til-tekst forrit, týðingarforrit og yvirhøvur at fáa føroyskt á undirhaldspallarnar. Hetta eru góðar íløgur í móðurmálið. Vit mugu fylgja við - eisini tá tað snýr seg um mál.

Eitt hitt besta amboðið, vit sum einstaklingar eiga, til at halda málinum á lívi eru bøkurnar. Tá vit lesa tekst á góðum føroyskum máli, víðka vit um orðfeingið. Og hvat er meira aktuelt enn at finna eina góða føroyska bók fram á móðurmálsdegnum, nú vit samstundis eru biðin um at halda okkum heima. Umframt allar tær góðu skaldsøgurnar, sum komu út í 2019, fari eg at viðmæla tríggjar bøkur, sum eg havi havt gleði av at lesa:

-‘Móður Sjeystjørna’ eftir William Heinesen (ein klassikari).

-‘Fjallafólk á flatlendi’ eftir Katrina Didriksen Apol (ein kvinnusøga úr eini tíð, har vit bara hava hoyrt um menn).

-Yrkingasavnið ‘Bónus yrkingar’ eftir Andra Snær Magnason, ið Sanna Andrassardóttir Dahl týddi (serliga viðkomandi í øllum tosinum um hamstring fyri tíðina).

 

Góðan móðurmálsdag og góðan lesihug.

 

Ingilín Didriksen Strøm