Búskaparráðið legði í vikuni fram frágreiðing um ógvusliga vaksandi tørvin á arbeiðsmegi innan vælferðarøkið næstu árini. Høvuðsavbjóðingin er, at tørvurin á heilsu- og umsorganarøkjunum fer at økjast nógv. Tað verður ein stórur trupulleiki, um vit ikki útbúgva fleiri fólk og halda teimum til.
Vit skulu sjálvsagt útbúgva fleiri fólk innan vælferðarøkið, men tað er so sanniliga eisini neyðugt at betra um bæði lønina og arbeiðsviðurskiftini, um fólk í størri mun enn í dag skulu velja størvini til. Arbeiðsumstøðurnar í dag eru ikki nøktandi, og tað hava fakfeløgini innan vælferðarøkið víst á leingi.
Meirlutin av teimum, ið arbeiða innan vælferðarøkið, arbeiða niðursetta tíð. Eisini verður oftast søkt eftir fólki til niðursetta tíð. Ein partur av at taka eina útbúgving og velja sær eitt starv er at forvinna nóg mikið til dagsins uppihald. Arbeiðir tú niðursetta tíð, er lønin hareftir, og hevur tað eisini ávirkan á fleiri onnur viðurskifti so sum eftirløn og barsilsgjald. Í skiftisvaktum er ógjørligt at halda ásetingar um hvíld og samstundis arbeiða fulla tíð. Harumframt vísa fakfeløgini á, at arbeiðið hjá limunum er so tungt, at tað er alt ov tungt bæði kropsliga og sálarliga at arbeiða 40 tímar um vikuna.
Sambært Jørgeni Niclasen skulu vit hvíla á, at tøknilig útgerð fer at lyfta avbjóðingina á eldraøkinum. Har eri eg púra ósamd. Tað kann væl vera, at nýggj tøknilig útgerð kann lætta um, men hetta kann og má ongantíð blíva loysnin. Starvsfólkini hava tørv á munandi betri umstøðum, og borgarin hevur tørv á fakligheit og nærveru heldur enn kaldari tøkni og fráveru.
Tí er ongin ivi, spyrt tú meg. Økið skal uppraðfestast og arbeiðsvikan skal styttast! Hetta hevði gjørt, at starvsfólkini, ið arbeiða niðursetta tíð í heilsu- og umsorganarstørvunum koma nærri fullum brøki. Sostatt verður arbeiðsvikan styttri, og lønin hægri. Tað hevði ikki loyst allan trupulleikan, men tað er ein politisk avgerð, ið kann betra munandi um viðurskiftini innan fjølbroyttu vælferðarstørvini.
Ingilín Didriksen Strøm