Sjálvandi eiga øll foreldur sama rætt til barsil. Eisini samkynd foreldur eiga at sleppa í barsil og fáa gjald úr barsilsskipanini eins og onnur foreldur.
Eins og samkynd foreldur eisini eiga at hava sama rætt at gerast løgfrøðiligt foreldur at barninum við føðing, heldur enn at bíða 2,5 ár, sum treytirnar fyri ættleiðing eru fyri samkynd í dag. Hóast foreldrini eru gift, hevur annað foreldrið eingi rættindi. Tað er ikki í lagi.
Javnbjóðis rættindi
Bjarni Kárason Petersen setti í dag Helga Abrahamsen, landsstýrismanni við ábyrgd av barsilsskipanini, spurning um útgjaldið úr Barsilsgrunninum. Í næstum fer hann eisini seta Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir, landsstýriskvinnu við almannamálum, ein spurning um, hvørt samkynd foreldur eiga at hava somu rættindi sum hinskynd. Eg eri fegin um, at Bjarni Kárason Petersen tekur hetta málið upp, og hann skal vita, at eg stuðli honum í útsagnunum um javnbjóðis rættindi til øll foreldur. Eg vóni inniliga, at landsstýrisfólkini bæði eru jalig og fara undir arbeiðið beinanvegin.
Órættvís viðferð
Vit hava sum samfelag til alla lukku tikið undir við, at samkynd borgarliga kunnu giftast. Men ágóðarnir og rættindini, sum fylgja við giftarmálinum, eru ikki í sama mun galdandi, tá tað snýr seg um samkynd foreldur. Tað er til stóran ampa fyri samkynd foreldur, ið standa á berum, tá tað kemur til spurningar um arv og løgfrøðilig rættindi til síni børn. At bara annar hjúnafelagin fær útgjald úr Barsilsgrunninum merkir, at bara annar kann vera heima og vera um barnið fyrstu tíðina. Hetta eiga øll børn og foreldur at hava grundleggjandi rætt til í okkara samfelag. Tað er órættvís viðferð av bæði foreldrum og børnum. Og hetta er nakað, ið skal fáast í rætt lag sum skjótast.
Tí sjálvandi skulu vit øll hava sama rætt til at vera um okkara børn, óansæð kyn ella kynsligan samleika.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin