Tá triðja viðgerð av broytingunum í sjófeingislógini fór í gongd í morgun, fann eg mær blokkin fram.
Eg vildi skriva mær argumentini hjá samgonguni niður í punktformi fyri betur at skilja, akkurát hvat tað er, sum samgongan ætlar. Eg havi í skrivandi løtu sitið við penninum í hond í tríggjar og ein hálvan tíma, og enn er blokkurin tómur. Tey tosa um buffarar í fiskivinnuni. Eitt er heilt sikkurt, og tað er, at argumentbuffarin hjá samgonguni er skít-etandi-fullur. Har er einki brúkt av honum.
Landsstýrið og samgongan brúka alla sína talutíð upp á at leggja eftir undanfarnu samgongu og fiskivinnupolitikkinum, sum hendan førdi. Helst er hetta fyri at fáa andstøðuna til at brúka alla sína tíð upp á at forsvara seg, heldur enn at finnast at tí svansinum sum fyrigongur í løtuni. Og ikki at gloyma áhugan tey hava í at fjala útyvir tey seráhugamálini, ið gera seg galdandi í sjófeingislógini. Soleiðis kann mann snúgva sær undan at svara atfinningum um eina órættvísa lóg, ið fer at grava veitirnar millum fólk enn djypri, og sum er gjøgnumsúrgað av seráhugamálum.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin