Heðin Mortensen
Lesarabræv28. oktober 2020
Heðin Mortensen

Viðlíkahald skal til

Vit byggja nýggjar og stórar skúlar, ellis- og røktarheim, musikkskúlar, barnagarðar og nógvar aðrar bygningar, vit hava brúk fyri til tær tænastur, Tórshavnar kommuna eigur at bjóða sínum borgarum, ungum sum gomlum.

Kommunuval 2020

Alt gott um tað, tí umráðandi er alla tíðina, at vit eru eitt fet frammanfyri og hava nøktandi høli til allar teir nýggju og góðu stovnar, vit hava brúk fyri.

Men tað er ikki bara at byggja, tí er fyrst ein bygningur tikin í nýtslu, skal játtan til rakstur fylgja við, um nøkur nytta skal vera í honum. Ikki bara tað, tí tað er eisini altavgerandi, at vit minnast til at viðlíkahalda allar kommunalar bygningar, so bæði borgarar og starvsfólk kunnu hava nøktandi umstøður.

Meira enn viðlíkahald

Hyggja vit so at verandi skúlum og heimum hjá okkara eldru, sær ikki gott út allastaðni. Og í fleiri førum er slitið so stórt, at tað ikki er nóg mikið bara við viðlíkahaldi, tí tað er ov seint. Verður tað ikki gjørt alla tíðina, er so skjótt, at vit koma at renna aftan á okkum sjálvum.

Fleiri stovnar eru niðurslitnir og vit kunnu taka Lágargarð sum dømi um ein stovn av fleiri, ið treingir til eina gjøgnumgangandi eftirmeting og umfatandi umvælingar bæði innan og uttan.

Neyðugt er at umskipa túnið, tí flisar eru, sum sjálvt vit onnur kunnu detta um, og tá er tað uppaftur verri hjá okkara eldru at klára seg, um tey kundu hugsað sær at farið ein túr útum.

Saman við fleiri øðrum stovnum hjá Tórshavnar kommunu, má og skal Lágargarður hava eina høga raðfesting beinanvegin.

Eitt felagsmál

Tað sama ger seg galdandi fyri fleiri av skúlunum, og her hugsi eg serliga um allar teir smáu skúlarnar í kommununi, sum harðliga treingja til eina høga raðfesting, tí teir hava bráðneyðugan tørv á viðlíkahaldi og kanska meira enn tað.

Ein av hesum góðu og gomlu skúlum okkara er Sankta Frans skúli, sum avgjørt hevur tørv á at fáa eina høga raðfesting, so børn og starvsfólk kunnu virka undir tryggum umstøðum. Har talan er um gamlar bygningar, er enn meira alneyðugt at hava eitt vakið eyga við, hvussu standurin er.

Alt hetta er ein vanlig rakstrareind, ið skal fáa ta játtan, ið skal til, so vit fáa hesi nøktandi viðurskifti upp á pláss. Hetta skylda vit bæði børnum, eldri og starvsfólkum, sum eiga at hava fullgóðar umstøður.

Eg vil tí skjóta upp, at nýggja býráðið sum tað fyrsta setur sær sum mál, at ognirnar hjá okkum øllum í kommununi verða røktar væl og virðiliga. Hetta er eitt felagsmál, vit øll kunnu vera við til at lyfta.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin