Í gjár vísti enn ein familja á, at barnið hjá teimum bíðar og bíðar eftir útgreining í barna- og ungdómspsykiatriini. Meðan nógvar familjur bíða eftir næsta stigi, so bíða vit øll eftir viðgerðartrygdini. Hon hevur verið nevnd óteljandi ferðir, men eftir stendur, at bíðilistarnir á fleiri økjum enn eru alt ov langir.
Vit í Javnaðarflokkinum hava víst á avbjóðingina leingi, landsstýrismaðurin hevur verið frammi fleiri ferðir, og tinglimir í samgonguni siga tað sama. Latið okkum gera eina breiða semju um at raðfesta hetta økið beinanvegin. Øll – bæði andstøðulimir og samgongulimir – meina tað væl.
Hetta eigur at vera ein jalig tilgongd, og eg fari ikki at lasta samgonguna fyri núverandi støðu. Hesa uppgávuna má politiska skipanin loysa í felag. Um avbjóðingin er vantandi játtan, so kunnu vit loysa tað beinanvegin. Um avbjóðingin er vantandi samskipan, so hevur politiska skipanin eisini evstu ábyrgd av hesum.
Dagliga síggja lærarar, námsfrøðingar og onnur, sum eru um børnini, hvussu illa skipanin riggar í dag. Familjur og børn eru í neyð, tí tey fáa ikki neyðugu hjálpina beinanvegin. Hendan gongdin ger, at børnini mistrívast í gerandisdegnum og ger, at menningin hjá fleiri børnum og ungum fer skeivan veg. Um illa vil til, so enda ung úti í rúsevnum og sjálvmedisinering.
Skúlabørn, sum ikki fáa neyðugu hjálpina, læra minni og seinni. Skúlar og stovnar royna sítt besta, men útgreiningar eru ofta neyðugar fyri at staðfesta, hvussu læran skal skipast, og hvør hjálp er tann rætta.
Sernám hevur ein ráðgevandi leiklut, sum als ikki er nøktandi í dag. Serkunnleikin má liggja úti í økjunum, úti á skúlum og stovnum.
Haraftrat standa vaksin eisini á bíðilistum til útgreining. Teirra støða er heldur ikki nøktandi. Tøl vísa, at yvir 150 vaksin og 170 børn bíða eftir útgreining. Mín áheitan er at raðfesta hetta økið hægri á fíggjarlógini beinanvegin – hetta burdu allir flokkar á tingi verið samdir um. Okkurt annað má á bíðilistan, tí hetta er átrokandi.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin