Heðin Mortensen
Lesarabræv15. oktober 2020
Heðin Mortensen

Vit skulu styrkja Tilhaldið

Til eina og hvørja tí eiga vit at virða tey, sum hava bygt land okkara, og tí eiga vit altíð at skapa pensónistunum og okkara eldru virðiligar umstøður. Fyri alt í verðini mugu vit ikki fara inn á tað skeiva síðusporið, ið lýsir okkara eldru sum eina samfelagsbyrðu, tí tað er beint øvugt.

kommunuval 2020

Í Tórshavnar kommunu hava okkara eldru í meiri enn 20 ár havt stóra gleði av Tilhaldinum, sum hevur mong og góð tilboð, ið skapa trivnað og vælveru, tí har kunnu fólk hittast til tiltøkini, ið skipað verður fyri, men eisini bara støkka inn á gólvið um dagarnar.

Nú korona hevur gjørt um seg, hava vit tíverri upplivað, at neyðugt var at stongja Tilhaldið, men í slíkari støðu hevði verið ótrúliga gott at funnið onkran útveg, so vit ikki stongjað sosiala portrið til samfelagið hjá mongum av teimum, sum annars hava sína dagligu gongd í Tilhaldinum.

Longri opið

Eisini eru tað fleiri, ið kunnu hava brúk fyri Tilhaldnum aðrar tíðir enn um dagarnar, tá ið tað er opið, og tí síggi eg fyri mær, at vit í nýggja býráðnum fara at taka stig til, at Tilhaldið eisini kann hava okkurt kvøldtilboð til brúkararnar. Eldri fólk eiga eisini at hava møguleikan at hittast og stytta sær stundir, um tað ikki akkurát skal vera mitt um dagin.

Umframt tað virksemi, sum er innandura, kundi eisini verið skipað fyri ymsum útvendum virksemi í og frá Tilhaldinum, tí vit vita, at mong av teimum eldru dáma væl at røra seg og fara fegin ein gongutúr – serliga, um okkurt forkunnugt er á skránni. Tí kundi talan verið um eitt nú gongubólkar, so fólk kundu farið runt í Havnini og aðrastaðni í kommununi, har vitandi fólk greiddu frá og vístu runt.

Til alt hetta krevst sjálvandi, at fleiri fólk verða sett í starv í Tilhaldinum, so verandi tilboð og upplatingartíðir kunnu víðkast. Eg eri sannførdur um, at politiskur vilji er til at styrkja og dagføra Tilhaldið, so tað í enn størri mun nøktar tørvin, ið er har. Tað skylda vit okkara eldru!

Havi eisini nevnt aðrastaðni, at upplagt hevði verið at sett á stovn eitt líknandi tilhald á Argjum, so eldru borgararnir har eisini kundu hitst í sínum egna heimliga umhvørvi, har tey kenna seg væl og kenna hvønn annan. Tá vildi verið upplagt við góðum samstarvi millum tilhaldini bæði, so tey vóru til mest møguligt gagn fyri øll.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin