Vit skulu hjálpa á staðnum, bleiv sagt. Vit skulu hjálpa í nærumhvørvinum, bleiv sagt. Lat hetta vera eina áheitan á samgonguna um at gera orðini til veruleika og hækka játtanina.
Tað eru ikki fleiri pengar settir av til neyð- og menningarhjálp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.
Tað merkir heilt einfalt, at samgongan ætlar ikki at hjálpa á staðnum ella í nærumhvørvinum, sum annars bleiv sagt í kjalarvørrinum av kjakinum um Afghanistan.
Tá vit hvørki vilja hjálpa einari familju ella hjálpa á staðnum, so standa vit eftir sum ein fátøk tjóð. Ein tjóð, sum ikki hevur útsýni og tekur sær av teimum, ið treingja. Vit taka ikki ábyrgd í heimssamfelagnum á hendan hátt.
Mín vón er, at vit kunnu rætta upp á hetta snævurskygda sjónarmiðið, sum valdar í samgonguni. Vit eiga at taka ábyrgd í heimssamfelagnum. Tað er eisini tí, at játtanin til neyð- og menningarhjálp varð fleirfaldað, tá Javnaðarflokkurin sat í samgongu.
Hetta eru menniskju, sum hava alstóran tørv á hjálp – eisini okkara. Eg haldi, at tað hevði sømt seg at hækka játtanina til neyð- og menningarhjálp, um gerðir skulu vera í tráð við orðini, sum eru søgd.
Vit eru ein rík tjóð. Men okkara grannalond játta nógv meira enn vit. Tí mugu vit í minsta lagi koma upp á knøini á okkara grannalondum, tá tað snýr seg um at hjálpa teimum, ið treingja, úti í heimi.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður