06. september 2024

VIT SKULU GERA TAÐ LÆTT AT GERA TAÐ RÆTTA

- Hvørja ferð vit taka eina avgerð, so broyta vit heimin. Hvørju einastu ferð. Soleiðis byrjaði Ingilín D. Strøm røðu sína, tá hon í vikuni hevði høvið at seta átkið Rudda Føroyar 2024. Røðan kann lesast niðanfyri.

Hvørja ferð vit taka eina avgerð, so broyta vit heimin. Hvørju einastu ferð.

Soleiðis byrjaði Ingilín D. Strøm røðu sína, tá hon í vikuni hevði høvið at seta átkið Rudda Føroyar 2024. Røðan kann lesast niðanfyri.

Vit taka ikki avgerðir í einum tóma, einum vakum. Hvørja ferð vit taka eina avgerð broyta vit heimin. Og tað merkir jú, at tað eru ikki bara nøkur fá av okkum, ið eru aktivistar. Vit eru øll aktivistar. Vit eru aktiv, taka avgerðir allatíð og broyta heimin.

Spurningurin verður tí, hvørja broyting vit vilja vera við til at fremja?

Soleiðis sigur umhvørviskempan Julia Butterfly Hill. Onkur av tykkum hevur kanska hoyrt meg snakka fyrr um Juliu Butterfly Hill.

10. desembur í 1997 klintraði Julia upp í eitt 60 metrar høgt og yvir túsund ára gamalt reyð-eiki-træ. Tað gjørdi hon fyri at forða fyri, at skógurin har træðið stóð, saman við øðrum líknandi trøum, varð feldur. Ein fyritøka skuldi brúka viðin. Men Julia varð sitandi á sínum smáu tveimum fermetrum ið hon hevði inrættað sær uppi í trænum. Hon var verandi í tvey ár.

Eftir 738 dagar klintraði hon niður aftur. Tá vórðu trøðini friðað.

Spyrt tú hana, hví hon gjørdi tað, og hví hon var sitandi, sigur hon at hon gjørdi tað av kærleika. Av umsorgan. Tí hon leggur í. Tí hon spurdi seg sjálva, hvat tað var fyri heimur hon vildi leggja eftir seg.

Um tú spyrt tann persónin á tínum arbeiðsplássi, sum sorterar papp og pappír, savnar kaffigrums og matleivdir til kompost, og ruddar tað ið onnur fólk blaka burtur - vissi tú also ert so heppin at hava ein slíkan persón á arbeiðsplássinum - um tú spyrt viðkomandi, hví tey gera tað, svara tey nokk, at tað er tí tey leggja í. Tað er ikki, tí tey fáa nakað afturfyri. Men simpulten tí tey leggja í.

At hava umsorgan fyri náttúruni og komandi ættarliðum var og er drívmegin hjá mær til at fara upp í politik. Og eisini til at broyta mínar egnu vanar.

Ongin er fullkomin, onkuntíð kiksar tað og øll kundu vit gjørt meir. Men á einum persónligum støði, so byrjar tað við, at eg taki eina lítla avgerð.

Til dømis at eg ikki keypi plastikposar. So má eg liva við avleiðingunum av tí. Til dømis at sita í bussinum við vørum í føvninginum, tí eg gloymdi toyposan heima. Ella at droppa at drekka kaffi til ein fund ella framløgu, tí eg havi tikið avgerð um ikki at brúka einnýtisborðbúna, og har eru bara pappkoppar.

Eftir hondini blívur tað til ein vana. Tí trúgv mær, tú fert ikki fleiri fer til handils uttan toyposa tá tú hevur sleipað wc-pappír og gularrøtur og mjólk úr FK til Steinatún og allan vegin í bussin til Velbastaðar og heim. Og tú gloymir ikki kaffikoppin næstu ferð tú tiil dømis skal til framløgu av búskaparfrágreiðingini.

Øll gera mun, men summi kunnu gera meir mun enn onnur. Tað eru vit, ið hava vald. Politikarar. Tað er eisini stórar vinnufyritøkur og felagsskapir. Hvønn mun vilja vit gera? Hvørjar vanar vilja vit skapa?

Politiskt hava vit sett okkum fyri, at vit skulu flyta okkum yvir í ein ringbúskap, at við tíðini alt burturkast skal skiljast við atliti at endurnýtslu, nýnýtslu og endurvinning. Tí skulu vit millum nógv annað hava nýggjar reglur um tað sum vit í dag rópa burturkastøkið.

Áðrenn summarfrítíðina sendu vit tí eina kunngerð í hoyring sum skal seta karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap. Skulu vit koma á mál, krevur tað, at øll eru við, vinnan, kommunurnar og fólkið.

Vit skulu gera tað lætt at gera tað rætta. Vit skulu eggja og stuðla fólki til at leggja í, tí tað at leggja í og hava umsorgan, tað er tað einasta, ið nakrantíð hevur ment nakað samfelag. Vit skulu eggja fólki at at vera tann ið sorterar á arbeiðsplássinum, tann ið avmarkar sína nýtslu av náttúrutilfeingi og tann, ið sær ruskið á gøtuni og tekur tað upp.

Vit eru øll aktivistar. Í tí stóra og í tí smáa. Og tiltøk, sum eitt nú tað at Rudda Føroyar, kunnu vit øll taka lut í og vera aktivt saman um. Við at umleggja vanar – í samfelagsligum skipanum, í vinnuni og við hús - kunnu vit broyta heimin rætta vegin.