Í vikuni hoyrdu vit formannin í Føroya Lærarafelag harta politisku skipanina fyri ikki at játta nóg nógvan pening til tær støðugt vaksandi uppgávurnar, sum verða lagdar á skúlan.
Ístaðin velur landsstýrismaðurin at raðfesta frískúlan fram um fólkaskúlan í uppskoti, sum er sent til hoyringar í dag. Hetta er skeiv raðfesting, og tí vil eg heita á øll, sum eru góð við fólkaskúlan, at gera verjugarð um hesa grundsúluna í samfelagnum.
Í fólkaskúlanum er fjølbroytni. Okkara børn møtast tvørtur um átrúnaðarligar áskoðanir. Fólkaskúlin hevur ikki til endamáls at menna einsháttað børn. Men hann er sjálvandi ikki uttan lýti í løtuni. Hann má styrkjast.
Ein høvuðsavbjóðing er, at heildarjáttanin stendur í stað, hóast uppgávurnar økjast. Vit síggja, at uppgávurnar gerast truplari við næmingum, sum ikki megna vanliga skúladagin – har skúlakarmurin er ov trongur.
Næmingarnir skulu hóska inn í ein karm, sum ofta er ein bókligur skúladagur. Summir næmingar heilt upp í 8-9 tímar um dagin. Lærihugurin svinnur hjá fleiri teirra, og skúladagurin gerst ein støðug mótbrekka.
Nýggju skúlabygningarnir eru glæsiligir og vakrir, men teir hóska í fleiri førum ikki til tørvin. Hetta er vert at leggja sær í geyma, tá bygningar verða bygdir í framtíðini.
Ein skúlabygningur krevur nógv bólkarúm í dag. Fleiri næmingum tørva smá rúm í smáum bólkum, skulu teir fáa nakað burturúr. Tað er bæði galdandi fyri næmingar við avbjóðingum, men eisini teir, sum hava serligar gávur á summum økjum.
Ein slík skipan hevur við sær fleiri starvsfólk og tí hægri heildarjáttan. Tí er avgerandi at tillaga skúlan soleiðis, at hann rúmar tørvinum í dag.
Vit ynskja øll ein fólkaskúla, sum veruliga rúmar næmingunum og gevur starvsfólki skúlans betri arbeiðsumstøður og virkishug.
Latið okkum raðfesta at gera umstøðurnar í fólkaskúlanum betri, áðrenn vit veita serskipanir til frískúlar.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin