Sjálvboðið arbeiði er orsøkin til, at vit í Føroyum enn hava serstaka føroyska rossaslagið. Men skulu rossunum vera lív lagað í framtíðini, mugu politisk átøk gerast, sigur Ingilín Didriksen Strøm í fyrispurningi til landsstýrismannin við umhvørvismálum.
Føroyska rossið er sermerkt og finst bara her í Føroyum. Varðveitslan av føroyska rossinum hevur í nógv ár dúvað upp á sjálvboðið arbeiði, og tá farið varð undir at varðveita rossið vóru einans fimm ross á lívi. Í dag eru á leið 90 føroysk ross, harav 50 lívdjór. Skulu vit tryggja okkum, at stovnurin ikki doyr út, er neyðugt við 200 lívdjórum. Men tað eru ov fá, sum ala, tí avtakararnir eru ov fáir, og við tí alingini, sum er í dag, veksur innannøringin so mikið, at kjansurin fyri, at stovnurin um nøkur ár ikki kann geva avkom, er stórur, siga serkøn.
- Vit hava skyldu til at varðveita djórasløg, ið eru serføroysk, eisini føroyska rossið sigur Ingilín Didriksen Strøm. Í fyrispurningi til Helga Abrahamsen, landsstýrismann við umhvørvismálum, vísir hon á, at Føroyar í 2010 tóku undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (CBD sáttmálin), og at vit við hesum millum annað hava bundið okkum til at varðveita lívfrøðiliga margfeldið, ið bara finst í Føroyum.
Hon vísir eisini á, at í Føroyum eru nógv rossaáhugað og reiðfólk, ið nýta onnur ross enn føroysk, og at tað er skilligt, tí tað er ymiskt, hvat mann ynskir at brúka rossini til. Men hóast øll, sum kundu nýta føroysk ross, nýttu tey, so vóru tað framvegis ov fá til, at stovnurin varð bjargaður frá at doyggja út.
- Vit vita um onnur serføroysk djórasløg, eitt nú føroysku kúnna, ið eru útdeyð vegna vantandi átøk. IPBES metir í løtuni, at svinnið í lívfrøðiligum margfeldi gongur 100 til 1000 ferðir so skjótt, sum áður, vegna eitt nú dálking, veðurlagsbroytingar og menniskjaliga týning av búøki. Tann gongdin má vendast, og her heima mugu vit eitt nú bjarga føroyska rossinum. Tað kunnu vit m.a. gera við at skráseta og útflyta tey føroysku rossini, so áhugin fyri føroysku rossunum aðrastaðni kann hjálpa til við at tryggja rossastovnin, sigur Ingilín Didriksen Strøm og vónar, at landsstýrismaðurin tekur málið í størsta álvara.