Heðin Mortensen
Lesarabræv03. november 2020
Heðin Mortensen

Vit eru til reiðar

Nú styttist til kommunuvalið, og brúk er fyri, at allar góðar kreftir fylkjast um ein góðan og samhaldsfastan politikk næstu fýra árini, so vit øll aftur kunnu vera errin av Tórshavnar kommunu.

Kommunuval 2020

Vit eru ein stór og rúmlig kommuna, og vit eiga tí eisini at fara væl um hana. Fyrst og fremst hugsa um børnini, ungu barnafamiljurnar og tey eldru, tí tað eru tey, ið hava mest brúk fyri, at tey fáa eina hjálpandi hond.

Ansingarpláss skulu vera til øll børn í Tórshavnar kommunu, og vit skulu brúka pengarnar upp á børnini og ikki brenna alt av í einum tungum leiðslubygnaði. Vit skulu syrgja fyri, at krónurnar verða brúktar “á gólvinum” og gagna børnunum.

Ungar familjur, ið hava hug at búseta seg í Havn ella her um leiðir, skulu hava møguleika til tað.

Um vit syrgja fyri viðlíkahaldsløttum bústøðum til okkara eldru, so tey kanska kunnu selja síni hús, og so barnafamiljur kunnu fylla tey av nýggjum, fáa vit kanska eitt umbýti, har øll eru vinnarar.

Lætt at ferðast

Vit hava ein vakran bý og úti um kommununa vakrar og hugnaligar bygdir. Umráðandi er, at vit raðfesta viðlíkahaldið høgt, so trivnaðurin er góður í hvørjum króki í Tórshavnar kommunu. Teir bygningar, kommunan eigur og varðar av, eiga altíð at vera í góðum standi, so teir kunnu brúkast til tað, teir eru ætlaðir til.

Eisini skulu vit syrgja fyri, at Bussleiðin verður optimerað, so hon nøktar tørvin hjá teimum, ið hava brúk fyri henni. Men heldur ikki eiga vit at gloyma tann veruleika, at í Havn eru nógvir bilar – og teir verða bara fleiri – so vit skulu arbeiða fyri góðum og varandi parkeringsloysnum.

Viðvíkjandi sambandinum út til Nólsoyar og úti í Hest, so eigur Tórshavnar kommuna at taka upp samráðingar við Strandfaraskip Landsins um loysnir, so okkara borgarar á hesum oyggjum ikki eru fyri vanbýti. Vit eiga at taka eitt tak, so eisini nólsoyingar og hestfólk kunnu ferðast, tá ið tey mest hava brúk fyri tí, so vit eisini sjóvegis kunnu hjálpa okkara borgarum, sum vit annars gera tað aðrastaðni í kommununi við Bussleiðini.

Ymsir snøklar

Í Kollafirði, sum skjótt í 20 ár hevur verið partur av Tórshavnar kommunu, eiga vit at fáa avgreitt vetrarfriðingina, ið hevur drigið út, og somuleiðis er tíðin komin til, at bátahylurin á Signabø verður gjørdur liðugur. Eisini skulu Hallarstuðlar sum skjótast sleppa í gongd, so ítróttarhøllin kann verða liðugt innrættað. Eitt tiltrongt og hóskandi ellisheim og sambýli við umlætting eigur at verða bygt sum skjótast.

Á Argjum eiga vit at skapa betri bústaðarmøguleikar, eitt nú við eldrasambýli og eldraíbúðum, og har eru møguleikar bæði niðri á Argjum og uppi á Hamaranum. Og so eiga vit at gagnnýta gamla skúlan og umhvørvið kring hann, tí har kundi verið upplagt við bæði umlætting, dagtilhaldi og øðrum, so tey eldru á Argjum kunnu fáa ágóðan av tí. Upplagt hevði verið, at argjafólk her kundu farið til sín egna kommunulækna, tí tað kunnu tey ikki nú.

Karlamagnusarbreyt fyllir nógv í Hoyvík fyri tíðina, og har eru vit eisini sinnað at finna loysnir, so samsvar verður millum bústaðir og parkeringspláss. Ein loysn, sum vit í minnilutanum eisini hava víst á fleiri ferðir, er at taka grundstykki innaftur, og eisini kunnu grøn øki gerast til spæli- og frítíðarpláss.

Lurta og vera opin

Bústaðartrupulleikar eru ymsastaðni í kommununi, og eiga vit at fáa til vega grundstykki, so byggingin ikki steðgar upp av tí orsøk. Vit hava víst fyrr, at vit megna at útvega grundstykki, og gera tað fegin aftur.

Yvirhøvur skulu vit hava eitt býráð fyri borgaran, har hann kennir seg væl og altíð kann geva til kennar, hvat brúk er fyri. Vit skulu lurta eftir øllum og vera opin fyri teimum loysnum og hugskotum, borgararnir hava.

Vit eru til reiðar at taka neyðugu tøkini, so vit fáa eina góða kommunu næstu fýra árini. Til tað krevst, at tit veljarar geva okkum álit, so vit kunnu bróta upp um armar og bera Tórshavnar kommunu trygt og væl ígjøgnum tey komandi árini.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin