Vit eiga ikki at sigla tómar fløskur til Danmarkar fyri at fáa pantið aftur.
Tað heldur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sum saman við Sjúrða Skaale, fólkatingslimi, og Magnus Heunicke, danska umhvørvisráðharranum, hevur lagt ætlan fyri at fáa í lag eina skipan, har vit sjálvi syrgja fyri at fáa tómar fløskur og dósir til endurnýtslu.
Ein tílík broyting av skipanini krevur danska lógarbroyting, og líkt er til, at tað eydnast í næstum, siga Sjúrður Skaale og Ingilín D. Strøm eftir fundin við Magnus Heunicke.
Javnaðarflokkurin fegnast um hvørt fet, sum verður tikið fyri umhvørvið