Javnaðarflokkurin hevur latið løgtinginum uppskot um minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin leggur uppskotið fram. Seinast var fyri skjótt tveimum árum síðani, tá uppskotið varð felt við millum annað tí grundgeving, at landsstýrið arbeiðir við málinum.
Nú er tolið um at vera uppi, og verkfallið hjá námsfrøðingunum fyri summarfrítíðina undirstrikar, hvussu átroknandi málið er. Undir verkfallinum varð fleiri ferðir ført fram, at ynski var um at fáa minimumsnormeringar á dagstovnarnar.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum tekur útgangsstøði í álitinum hjá Føroya Pedagogfelagi um normeringslykil. Í stuttum inniber hetta, at í vøggustovum skulu vera í minsta lagi eitt starvsfólk fyri hvørji trý børn og í barnagørðum í minsta lagi eitt starvsfólk fyri hvørji seks børn.
Hóast dagstovnaøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, verður dagstovnalógin framvegis umsitin av Løgtinginum. Harafturat metir Javnaðarflokkurin, at landsins myndugleiki eigur at tryggja øllum børnum og barnafamiljum eitt gott botnstøði av góðsku á dagstovnum kring landið.
Ivaleyst kemur uppskotið at ávirka kommunurnar ymiskt. Summar kommunur hava betri normeraðar dagstovnar enn aðrar. Júst hetta undirstrikar týdningin av uppskotinum, tí tað eigur ikki at vera soleiðis, at stórur munur er á góðskuni á dagstovunum alt eftir hvar í landinum, ein býr. Eisini tryggjar uppskotið, at skerjingar ikki fara fram á barnaøkinum, um barnatalið veksur.
Uppskotið skal síggjast sum ein partur av eini langskygdari ætlan um at styrkja góðskuna á dagstovnaøkinum. Við at lyfta normeringarnar ber til at liva upp til tað, sum gransking viðmælir um fleiri útbúnar námsfrøðingar, minni barnabólkar við tíð til nærveru, umsorgan og spæl, sum stuðlar undir trivnaðin og menningina hjá børnunum.
Uppskotið verður lagt fram fyrsta framløgudag eftir ólavsøku, sum verður 3. august.