Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm hava latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at skipa javnar fuglateljingar. Endamálið er at tryggja eina burðardygga fuglaveiðu siga javnaðartingfólkini.
Seinastu árini er talið av heiðafugli og svartfugli minkað rættiliga nógv kring Føroyar. Ymiskar frágreiðingar eru um, hví so er, men eingin veit við vissu, hvussu støðan er. Tað vilja Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin, hava greiðu á. Tí hava tey lagt eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har tey heita á landsstýrið um at bera so í bandi, at javnar fuglateljingar verða skipaðar í komandi tíðum.
- Vert er at fáa staðfest, hvussu stórt talið er av ymsu fuglasløgunum í Føroyum gjøgnum eitt longri tíðarskeið, fyri at fáa neyðugu hagtølini til vega og fyri at staðfesta, hvørjir fuglastovnar minka, og hvørjir vaksa í tali, skriva tingfólkini í viðmerkingunum til uppskotið.
Londini rundan um okkum hava fuglateljingar sum fastan tátt fyri at syrgja fyri burðardyggari veiðu og grundleggjandi vitan. Í Føroyum hevur bert ein landsskipað fuglateljing verið. Hendan var í 1981 av heiðafugli.
- Føroyingar hava siðvenju at veiða fugl, einamest svartfugl. Vit skulu tryggja, at burðardygd er lykilin til alla veiðu - eisini fuglaveiðu. Teljingar kunnu staðfesta gongdina í fuglastovnunum, og sostatt hvør veiða er burðardygg, og hvør veiða ikki er burðardygg, og tí hava tey lagt uppskotið fyri løgtingið, skriva tey.