Javnaðarflokkurin leggur nú fram uppskot um at banna óneyðugum einnýtisplasti so sum vattpinnum, koppum og súgvirørum. Høvuðsendamálið er at verja djór og náttúru, siga tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum og vísa á, at einnýtisvørur fáast í øðrum tilfari enn plasti.
Í Føroyum, eins og í grannalondum okkara, liva vit í stóran mun av tí, sum havið gevur okkum. Hvørt ár enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050. Plastburturkastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvi, djór og menniskju, og tá plast er endað í náttúruni, hvørvur tað ikki aftur í bræði. Tað tekur fleiri hundrað ár at niðurbróta plast. Hetta vilja tingfólk Javnaðarfloksins gera nakað við, og tí fara tey eftir jól at lata løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at banna ávísum sløgum av einnýtisplasti - tað tey kalla óneyðugt einnýtisplast so sum koppar og súgvirør.
- Vit vita frá føroyskum kanningum, at alt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli. Hetta er eitt tekin um, at skaðiliga útbreiðslan av plasti eisini hevur sett síni spor á føroysku náttúruna. Harafturat vita vit, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggivirksemi, sum fer fram, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevði umhvørvisvernd sum eitt av høvuðsmálum sínum í valstríðnum. Hon leggur afturat, at hetta sjálvsagt ikki einsamalt fer at loysa risastóra trupulleikan við plastdálking í høvunum, men at hetta er eitt eyðsýnt tiltak, ið vit kunnu fremja uttan stórvegis inntriv í gerandisdagin hjá fólki.
Tingfólk Javnaðarfloksins vísa eisini á, at havdálking ávirkar ikki bara umhvørvið, sum vit liva í, men eisini høvuðsvinnuna og við tí búskaparliga grundarlag okkara. ST ásetir í heimsmáli nummar 14 fyri burðardyggari menning, ið snýr seg um lívið í høvunum, at havdálking skal minkast munandi (serliga dálking frá virksemi á landi), og at áðrenn 2025 skal bann verða sett fyri allari havdálking. Hetta mál halda uppskotssetararnir, at vit eisini í Føroyum eiga at seta okkum.
- Havumhvørvið má verjast, og nógv av tí plasti, sum endar í havinum, er óneyðugt einnýtisplast. Flestu okkara klára okkum uttan eitt plastsúgvirør, men skuldi onkur havt tørv á tí, so fáast einnýtisvørur oftast í øðrum tilfari, sum er lættari at niðurbróta, sigur Aksel V. Johannesen og vísir á, at tað framvegis verður mett at vera neyðugt við ávísum einnýtisplasti, so sum handskum og øðrum, sum fyribyrgir smittu á sjúkrahúsum. Uppskotssetararnir meta tí, at avvarðandi landsstýrismaður, í tøttum samstarvi við vinnuna, eigur at gera nærri ásetingar hesum viðvíkjandi.