Landsstýrið fer at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar í Sýria og Turkaland
Í løtuni arbeiðir Aksel V. Johannesen við at fáa eitt undantak samtykt í løgtinginum, so neyðhjálp kann sendast til Turkalands og Sýria skjótast gjørligt.
"Støðan í Sýria og Turkalandi er vanlukkulig, og tað sker í eyguni at síggja menniskju í so svárari neyð, nú teirra hús og heim eru rapað", sigur Aksel V. Johannesen.
Í løtuni er hann virkandi landsstýrismaður í menningarsamstarvi og neyðhjálp.
Landsstýrið er í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland. Neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.
Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp. Tí fer Løgtingið væntandi í komandi viku at taka støðu til, um bráðfeingis játtanarlógin skal broytast, so neyðhjálp kann latast.