Tíðindi29. november 2019

Vil hava útbúgving í journalistikki í Føroyum

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tíðin er komin til at seta á stovn eina útbúgving í journalistikki í Føroyum. Hann hevur tí spurt nýggja landsstýrismannin við mentamálum, hvørjar ætlanir hann hevur hesum viðvíkjandi.

Spurningurin um at stovna eina útbúgving í fjølmiðlum hevur verið viðgjørdur síðan fyrst í hesi øldini. Longu í 2001 hevði Fróðskaparsetrið ætlanir um at bjóða út útbúgving í miðlafrøði, og í 2011 mælti ein arbeiðsbólkur undir Mentamálaráðnum til, at hetta varð gjørt sum skjótast. Síðan hevur eisini verið kjakast um, hvørt tað rætta er at seta á stovn eina universistetsútbúgving í miðlum ella um tað er rættari at stovna eina meira yrkisrættaða útbúgving í journalistikki. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er formaður í mentanarnevnd løgtingsins. Hann heldur, at tað er rætt at byggja víðari uppá ætlanirnar hjá undanfarnu landsstýriskvinnu, Rigmor Dam, og stovna eina útbúgving í journalistikki í Føroyum. Hann hevur tí sett nýggja landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana, ein fyrispurning um málið.

Djóni Nolsøe Joensen spyr landsstýrismannin, um hann ætlar at seta útbúgving í journalistikki á stovn, og um so er, nær hann ætlar sær at gera tað. Eisini spyr javnaðartinglimurin, hvussu landsstýrismaðurin heldur, at ein slík útbúgving eigur at verða skipað.

- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit hava eina føroyska journalistútbúgving. Vit hava tørv á útbúgva nýggjar journalistar á føroyskum. Men vit hava minst líka stóran tørv á at skapa eitt journalistiskt umhvørvi í Føroyum, har fakið verður styrkt, málið – bæði tað føroyska sum heild – men eisini journalistiska fakmálið á føroyskum verður ment, og har granskað verður í føroyskum viðurskiftum innan samskifti og journalistikk, sigur Djóni Nolsøe Joensen um orsøkirnar til fyrispurningin.

 

Jenis av Rana skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.