Um einki verður gjørt fyri at avmarka próvtøkurnar hjá miðnámsskúlanæmingum, so kunnu føroyingar hava verri fortreytir enn danir, um teir søkja inn á víðari lestur í Danmark.
Skúlarnir hava verið nógv ávirkaðir av koronu. Næmingar og lærarar hava verið sjúkir og/ella í sóttarhaldi í stóran part av skúlaárinum - serliga frá heystfrítíðini og til jólar.
Hóast fjarundirvísing kann vera eitt gott amboð í styttri tíðarskeið, er nógv, ið týðir á, at fjarundirvísing ikki gevur sama úrslit sum vanlig undirvísing, hvørki tá ið tað kemur til læring hjá einstaka næminginum og eiheldur, tá vit hugsa um at náa ásetta pensum.
Haraftrat hava elstu flokkarnir, ið skulu til endaliga próvtøku í summar, verið ávirkaðir av koronufarsóttini í tvey skúlaár. Hetta kann geva næmingunum eitt verri útgangsstøði í sambandi við próvtøkurnar og tí ávirka próvtølini.
Tann 25. februar 2022 varð avtala gjørd í Danmark, har avgjørt er, at næmingar, ið skulu til fráfaringarroynd fólkaskúlans og endaflokkarnir á gymnasialum miðnámi, skulu upp til færri próvtøkur í summar.
Tað eru ikki so fáir næmingar í Føroyum, sum søkja inn á víðari lestur uttanlands. Tí fer at vera munur á fortreytunum at søkja víðari, um einki verður gjørt fyri at avmarka próvtøkurnar hjá hesum næmingum.
Eg havi tí spurt landsstýrismannin í mentamálum, um ætlanin er at tillaga próvtøkurnar á miðnámi í summar.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/51346
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna