Hvussu stórar inntøkur hevur landskassin árliga av avgjøldum á bileigarar, og hvussu stórur partur av hesum inntøkum fer til at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum? Tað vil Heðin Mortensen hava at vita, og tí hevur hann sett Jørgeni Niclasen ein fyrispurning um viðlíkahald.
Javnan hoyrist, at ov lítil játtan er til viðlíkahald av og ábøtur á vegakervið í Føroyum, og tí eru vegir niðurslitnir og vegateinar óhóskandi til ta ferðslu, sum er nú. Vegir, sum eru gjørdir í eini aðrari tíð og undir øðrum umstøðum, hóska ikki til bilferðsluna, sum hon er vorðin. Dagføringar tróta nógvastaðni, og regluliga asfaltering av landsvegunum kring landið sæst lítið til. Samstundis hoyrist, at landskassin hevur stórar inntøkur av “bilparkini” í landinum, tí allir bileigarar tvær ferðir um árið skulu rinda vektgjald – ella vegskatt, sum tað enn eitur á mannamunni – umframt at allir bilar einaferð eru fluttir til landið og skrásettir, so har hevur landskassin havt bæði inntøkur av innflutninginum og skrásetingini. Haraftrat rinda bileigarar avgjald fyri hvønn litur av brennievni, teir brúka.
Tí hevur Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein §52a fyrispurning. Heðin Mortensen vil vita, hvussu stórar inntøkur landskassin hevur av árligum avgjøldum á bilar, og hvussu stórur partur av hesum fer til at bøta um og dagføra vegnetið í Føroyum. Harafturat vil hann hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt og rímiligt, at ikki øll inntøkan frá bileigarum verður brúkt til landsveganetið, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fáa samsvar millum inntøkur og útreiðslur, ið tað almenna hevur av skrásettum akførum.
- Stórar íløgur í innkomuvegir standa fyri framman og talan er um, at landið skal yvirtaka raksturin av Vága- og Norðoyatunlunum, tí tunnilsgjaldið skal burtur, umframt at nóg ringt er hjá Landsverki frammanundan at fáa neyðugu játtanina til landsvegirnar. Samstundis økist talið á bilum støðugt, so trýstið á samlaða landsveganetið økist stórliga, vísir Heðin Mortensen á í viðmerkingunum.
- Vónandi kann landsstýrismaðurin taka neyðug stig til at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur landskassans av bilferðsluni, tí annars er vandi fyri, at mismunur verður gjørdur á teimum borgarum, ið hava bil, og teimum borgarum, ið ikki hava bil, sigur Heðin Mortensen.