Flokkurin leggur nú uppskot til samtyktar fram, har heitt verður á landsstýrið at taka støðu til, hvussu vit koma eftirsleipinum av viðlíkahaldinum av landsvegakervinum og almennum bygningum til lívs.
- Landsvegirnir eru illa slitnir, og fleiri almennir bygningar krevja ábøtur. Allir flokkar á tingi eiga ábyrgdina av hesum, tí í áratíggju hevur viðlíkahaldið verið forsømt. Hetta má loysast, og vit í Javnaðarflokkinum vilja vera ein partur av loysnini. Longri vit bíða, størri verður upptakið, og tað verður ikki bíligari. Tvørturímóti verður tað dýrari, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Sambært seinastu samferðsluætlanini hjá Landsverki var eftirsleipið av landsvegakervinum mett at vera 375 mió. kr.
Í íløgukarminum hjá landinum fyri 2022 eru 91% sett av til nýíløgur, meðan bara 5% eru játtað til viðlíkahald av vegakervinum og 4% til viðlíkahald av bygningum.
Tað er eyðsæð, at hetta býtið er skeivt, um vit skulu halda okkara vegir og bygningar í rímiligum standi, skrivar Javnaðarflokkurin. Játtanirnar til víðlíkahald skulu tvífaldast, um tað skal vera á nøktandi støði, sambært Landsverk.
- Tað sigur nógv, at um landsvegirnir skulu asfalterast fimtanda hvørt ár, so er neyðugt at játta á leið 60 mió. kr. árliga. Í inniverandi ári er játtanin bara ein millión krónur. Tað røkkur til ein hálvan kilometur, sigur Aksel V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin vónar at fáa eina breiða politiska semju um, at játtanin til viðlíkahald við tíðini kann hækkast til tað, sum Landsverk mælir til.
Uppskotið verður lagt fyri løgtingið á einum av fyrstkomandi tingfundum.